Meistaravenjarin heldur fram

Barcelona venjarin, Luis Enrique, hevur í dag longt sín sáttmála við FC Barcelona

Venjarin hjá FC Barcelona, verður hin sami komandi kappingarár, sum hann hevur verið í ár. Tað er greitt í dag, eftir at Luis Enrique hevur longt sín sáttmála við spanska meistaraliðið.

 

Tá samanum kom, høvdu Luis Enrique og FC Barcelona eitt frálíkt kappingarár, tí felagið vann nevniliga allar tær stóru kappingarnar, sum felagið luttók í. FC Barcelona vann spanska meistaraheitið, vunnu sponsku steypakappingina og FC Barcelona vann eisini Champions League.

 

Sáttmálin millum Luis Enrique og FC Barcelona er galdandi fram til summarið 2017.