Tað kom einki óvart á, tá ið ársins venjarar í føroyskum fótbólti vórðu kosnir í kvøld. Tað vóru nevniliga báðir meistaravenjararnir, ið fingu tann heiðurin.
Teir báðir eru Sámal Erik Hentze úr Víkingi og Erik Ernesto Nielsen úr EBS/Skála. Hetta er annað árið á rað, at Sámal Erik fer avstað við hesum heiðurinum.
Les eisini: Víkingur skal hava nýggjan venjara
Í fjør var tað Aleksandar Jovevic hjá KÍ, sum varð kosin ársins venjari í kvinnudeildini.