Meistaravenjarar heiðraðir

Alexander Djordjevic, sum er nýggjur venjari hjá Formulaliðnum hjá KÍ, fekk heiðursløn sum ársins venjari hjá kvinnum 2008. Alexander hevur vant kvinnuliðið hjá KÍ, sum aftur gjørdist føroyameistari í ár.

 

Hjá monnum vóru venjaraparið Sigfríður Clementsen og Magni Mohr kosnir til ársins venjarar hjá monnum.