Meistaravónin hjá Messi og Ronaldo er bjargað

Bæði FC Barcelona og Juventus vunnu týðandi dystir í gjár

Bæði FC Barcelona og Juventus vunnu týðandi dystir í gjár, sum merkja at liðini enn eru við í meistarastríðnum, sjálvt um tað er langt á mál.

Tað hevur verið kreppa í FC Barcelona í eina tíð, har tað hevur valdað ófriður til nú fyrrverandi forsetin valdi at takka fyri seg. Á vøllinum hava avrikini verið sera misjøvn, tó at glottar hava verið í einstøkum avrikum.

Í gjár spældi FC Barcelona klárt sín besta dystin í hesum kappingarárinum, tá katalanska stórfelagið vann 3-2 á útivølli móti Athletic Bilbao. Heimaliðið kom annars á odda longu aftaná tríggjar minuttir, men FC Barcelona svaraði aftur stut seinni, tá ungi Pedri javnaði eftir uppspæl frá Lionel Messi og Frenkie de Jong.

Síðani fór Lionel Messi í gongd og skoraði tvær ferðir. Tað fyrra eftir snilt uppspæl frá unga Pedri, sum í fjør spældi á Tórsvølli við spanska U21-landsliðnum. Lionel Messi avgjørdi dystin, tá hann bleiv spældur leysur av Antoine Griezmann.

Athletic Bilbao minkaði um munin móti dystarenda, eftir eina feilavlevering frá Lionel Messi. Iker Muniain takkaði fyri og skoraði, men FC Barcelona vann dystin 3-2 og hevur nú 31 stig á triðja plássi. Real Madrid hevur 36 stig á øðrum plássi, meðan Atletico Madrid hevur 38 stig á fyrsta plássi, men hevur tveir dystir til góðar.

Juventus er við aftur

Tað hevur gingið illa hjá Andrea Pirlo, eftir at hann tók við sum venjari hjá Juventus undan hesum kappingarárinum. Juventus hevur vunnið meistaraheitið níggjuferðir upp í salg, men hesa ferð er hørð kapping úr Milano.

Bæði AC Milan og Inter Milan hava fingið eina góða byrjan, men hendan vikan hevur verið góð fyri Cristiano Ronaldo og Juventus. Fyrst tapti Inter Milan móti Sampdoria. Síðani vann Juventus stórdystin móti AC Milan.

##med2##

Juventus vann 3-1, eftir at AC Milan javnaði til 1-1 beint fyri hálvleik. Federico Chiesa, sonur álopslegenduna Enrico Chieas, skoraði tvey av málunum fyri Juventus, sum nú liggur á fjórða plássi. Tað eru sjey stig upp til AC Milan, sum tó hevur spælt ein dyst fleiri.