Tvær hálvfinalur í Coca Cola-kappingini hjá monnum verða spældar í kvøld.
Á Skála hevur StÍF í nógv ár vart stoltar steypatraditiónir, og hesar skulu standa sína roynd, nú KÍF vitjar. KÍF vann greipuna í fjør, og í ár eru teir oddalið í landskappingini. Tí eru teir favorittar undan uppgerðini, men fyrr í heyst hava teir tapt móti júst StÍF, so alt bendir á eina tætta uppgerð.
Tað ger tað eisini í Hoyvík, har Kyndil vitjar H71. Dystirnir millum tey bæði liðini eru mest sum altíð tættir og harðir, og eingin orsøk er at halda, at partarnir leggja minni fyri enn vanligt, nú tey tykjast hava lítlan møguleika at røkka sjálvari FM-finaluni. Steypakappingin kann tí vera møguleikin, ið kann bjarga árinum hjá liðunum.
Á Skála byrjar dysturin klokkan 19, meðan fyrsta bríkslið í Hoyvík er klokkan 20.