Meistararnir verða ikki meistarar

Gongdin frá undanfarnu árunum sæst aftur hjá vágbingum, sum fyri triðju ferð upp í slag taptu ? hesa ferð ímóti GÍ, sum rennur eftir avrikinum hjá B36 tey fyrstu nógvu umførini í fjør

 

Samanum


VB er í tungum sjógvi. Tað ber ikki til at koma til aðra niðurstøðu, nú meistaraliðið tapti fyri triðju ferð á rað. Gongdin minnir ikki sørt um hana hjá Herfølge, sum var meistari í fjør, og sum nú hevur fingið atgongumerki til næstbestu deildina í Danmark.

Vágbingar fara ikki at flyta niður í 2. deild. Men taå hilnast illa. Tøttu dystirnir koppa skeiva vegin, og skaðar gera um seg. Í fjør koppaðu tøttu dystirnir rætta vegin, og teir høvdu ongar skaðar.

Gongdin hjá VB er meinlík henni hjá KÍ í fjør. Eftir at klaksvíkingar høvdu vunnið FM í 1999 gekk tað heilt illa í fjør. KÍ megnaði at enda at lyfta seg upp á fimta plássið, men í fyrstu umførunum gekk tað striltið at skava stig saman.

Merkisvert er tað, at síðani fýra ára sigursrøðin hjá GÍ endaði í 1996, hevur einki felag megnað at vunnið FM tvær ferðir á rað. Tað ber næstan til at siga, at tað einasta, sum undan kappingarbyrjan er greitt, er, at FM vinnarin frá árinum fyri fer ikki at megna at endurtaka bragdið.


Renna aftaná B36

GÍ kom enn eina ferð til hús við einum stórum skølti. At vinna á Vágseiði verður altíð roknað sum stórur sigur.

Gøtumenn hava framvegis fult stigatal. Fimm umfør eru farin afturum. Í fjør hevði B36 fult stigatal eftir fimm umfør. So segði John Petersen farvæl og fór til Leiftur. Síðani gekk minni væl hjá B36. Tað man vera lítið sannlíkt, at GÍ fer at tapa í 6. umfarinum. Tá fáa teir vitjan av FS Vágum, og stóri spurningurin kann fara at verða, um GÍ fer at megna størri heimasigur ímóti vágamonnum, enn B36 megnaði.

Stóra avbjóðingin hjá GÍ verður heldur, tá teir í sætta umfarinum skulu vitja NSÍ, og tá teir í sjeynda umfarinum fara at hitta toftamenn í Sarpigerði.

B36 fullkomuliga skrædlaði FS Vágar. Havnarliðið tykist ikki vera so eymt, sjálvt um fleiri at stuðulsspælarunum eru burturi frá. Tað kann hava stóran týdning.

B36 er næstfremst. Teir eru frammanfyri grannarnar úr HB, sum teir næstsíðsta hósdag tóku finaluplássið frá.

Í HB er lagið ikki gott. HB hevur nógv og gott fólk. Tað átti ikki at havt bilað, um onkrir av týdningarmiklu spælarnum vóru burturi frá, men avrikið í Runavík vísti, at nógv er ørðvísi, enn tað var í fyrstu umførunum í landskappingini. Jóhannis Joensen og Andrew av Fløtum eru skaddir, onkrir aðrir av stuðulsspælarunum eru ikki heilt væl upplagdir, og so er tað ikki bara sum at siga tað at koma úr unglingadeildini og á besta liðið. Tað hava avrikini hjá ungu monnunum víst, men Jón Rói Jacobsen er undantakið.

KÍ, NSÍ og B68 hanga uppií. Tey vunnu øll 2?1 sigrar. KÍ vinnur oftast á Sandi, men sigurin hesa ferð var eins tepur, sum hann var í FM árinum. Í 1999 vann KÍ 2?1 á Sandi, og Olgar Danielsen skoraði sigursmálið í næstsíðsta minuttinum.

Toftamenn hóraðu akkurát undan á Eiði. Viljin at vera við í toppinum er stórur, men avrikini hava higartil ikki altíð staðið mát við dreymin. Tá B36 kemur at vitja um tvær vikur, verður talan um stóra avbjóðing. Bæði B68 og B36 hava fleiri spælarar í landsliðshópinum, sum verður saman í eina lítla viku, áðrenn árstalsfeløgini fara undir síðstu fyrireikingarnar til innanhýsis uppgerðina á Svangaskarði.

NSÍ vil eisini vera við, har tað gongur fyri seg. Spælið ímóti HB var í fleiri longum løtum gott. Higartil hava teir gulu og svørtu ikki verið støðugir. Næsta uppgávan verður ikki løtt. Tá skal NSÍ á útivølli hitta trongdu meistararnar í Vági.


Botnstríðið

Støðutalvan vísir, at tað longu nú er greitt, at stríðið um at sleppa undan niðurflyting fer at standa ímillum FSV, EB/Streym og B71. Eftir 15?0 tapið í Gundadali, eru tað ivaleyst fleiri, sum halda, at vágaliðið hevur einki at gera í bestu deildini. At teir taptu so stórt ímóti B36 verður ikki avgerandi fyri lagnuna í bestu deildini. B71 tapti í 2. umfari í Gundadali ímóti B36, og í EB/Streymi taka teir okkum tað neyvan illa upp, tá vit siga, at B36 verður favorittur, tá teir í tólvta umfarinum, sum verður á skránni 11. august, fáa vitjan av EB/Streymi.

Avgerðin um aftasta plássið verður nógv treytað av, hvussu tað fer at hilnast í innanhýsis dystunum. Higartil hevur EB/Streymur fingið trý stig ímóti FSV, FSV hevur fingið trý ímóti B71, og B71 hevur fingið trý stig ímóti EB/Streymi.

Í sætta umfarinum skal FSV til Gøtu, EB/Streymur á norðoyarstevnu, har tað ofta plagar ikki at ganga so væl hjá KÍ, og B71 skal í Gundadal at spæla ímóti HB.