Klokkan 18 fer HB á ovara vøll í Gundadali at spæla ímóti EB/Streymi. HB var undan hesum umfarinum topplið, og tað er góður møguleiki fyri, at HB eisini eftir hetta umfarið verður topplið.
Í løtuni eru tað grannarnir hjá HB í Gundadali, sum eru topplið. B36 vann seinnapartin 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi. Tað ber við sær, at B36 og HB hava 25 stig. Toppliðini hava sama málmun, men B36 er oddalið, tí B36 hevur skorað fleiri mál enn HB.
Víkinga tapið í dag ber við sær, at meistararnir tvey tey seinastu árini í løtuni ikki kunnu roknast at vera partur av oddastríðnum. Víkingur hevur seytjan stig, og harvið eru tað átta stig fram til feløgini í Gundadali.
Bæði B36 málini vórðu skorað eftir horna. Eli Falkvard Nielsen stútaði tað fyrra og Erlendur Magnusson tað seinna. Adeshina Lawal javnaði til 1-1, men B36 var omaná og tryggjaði sær sigurin.
Í Sørvági smurdi NSÍ 07 Vestur av. Pól Jóhannus Justinussen, sum var fremsti maður frá byrjan av, skoraði tvey mál, og Øssur Dalbúð, sum loysti Pól Jóhannus av síðsta hálva tíman, skoraði tvey mál.
Á Skála vann heimaliðið lyklauppgerð um at sleppa undan hóttanini av niðurflytingarstrikuni. Suðringar vóru væl við síðstu løtuna undan steðginum, men annars var Skála omaná og skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki.
Brian Jakobsen setti hol á, og innskifti Ólavur Mikkelsen staðfesti heimasigurin eftir einmansavrik.
Klokkan 17.15 er fyrsta bríksl á Argjum, har KÍ vitjar, og klokkan 18 er fyrsta bríksl í Gundadali, har HB fær vitjan av EB/Streymi.