B36 skuldi sunnudagin reisa seg aftur eftir at teir lítla viku frammanundan vórðu tveittir úr steypakappingini eftir 0-1-tap ímóti Víkingi. Hóast profilar sum Jákup á Borg og Høgni Eysturoy sótu á beinkinum við smávegis skaðum, so vístu teir TB hvussu stóra breidd teir eiga í høvuðsstaðnum. TB var væl við stóran part av fyrra hálvleiki, men at burturluta eitt brotsspark til B36 stutt undan steðginum kom at kosta teimum dýrt, tí í seinna hálvleiki rann B36 av álvara avstað.
Brotsspark á muni
Hóast graslíkið loksins er lagt á og spælandi er á nýggja vøllinum á Tvøroyri, so bíðar vøllurin framvegis eftir endaligu góðkenningini, sum krevur eitt hús og aðrar umstøður. TB mátti tí aftur til Vágs at spæla heimadyst sunnudagin, og hesaferð bíðaði sterk mótstøða – nevniliga meistararnir, B36.
Fyrstu løtuna leikti javnt á og var tað heldur óvæntað í løtum TB, sum hevði bóltin fyri tað mesta. Lítið vandamikið spurdist tó burturúr, og seint í seinna hálvleiki sendi B36 eitt ávaringarskot avstað, men skotið brast í stongina.
Tríggjar minuttir undan hálvleiksbríksli loyvdi TB heldur óneyðuga B36 á odda. Teir framdu brotsspark og frá 11 metrum var Lukasz Cieslewicz tryggur og fekk sítt fyrsta mál í hesum kappingarárinum.
1-0 til B36 var eisini hálvleiksstøðan.
B36 avgjørdi
Í fjør hevði B36 serliga góðar løtur í seinna hálvleiki, og sunnudagin var tað somuleiðis líkt til, at venjarin, Mikkjal Thomassen, hevði givið leikarum sínum eina prædiku í hálvleikinum. Leikararnir vóru nevniliga sum hamskiftir og vóru tað ikki gingnir fleiri enn seks minuttir, tá ið B36 økti til 2-0. Málið kom eftir beinleiðis fríspark frá Súna Olsen.
Tíggju minuttir seinni var tó aftur spenningur í dystinum, tá ið TB umvegis eitt brotsspark, sum Bojan Timic setti í netið, javnaði til 1-1.
Spenningurin helt sær bara í fýra minuttir, tí í 65. minutti var Lukasz Cieslewicz aftur á blettinum eftir at TB-verjan hevði kiksað.
Innskifti Jákup á Borg, sum ikki hevur spælt nógv í ár vegna skaða, setti punktum tá ið hann rann langa leið einsamallur og skoraði til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 4-1 til B36.