Meistararnir ætla sær bronsuna

Hjá NSÍ kemur tað illa við, at lyklaspælarar ikki eru tøkir ídag

Síðsta sunnudag misti NSÍ takið á hinum báðum liðunum, sum teir í Runavík seinastu vikurnar hava kappast um oddasessin við.

-Nú er setningurin hjá okkum fyrst og fremst at varðveita triðja plássið. Tað snýr seg um at vinna okkara dystir, tí vit kunnu einki gera við KÍ og Víking, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.

Hjá NSÍ kemur tað illa við, at miðverjin Per Langgaard er leikbannaður, og at vongverjin í høgru, Tobias Olsen, og miðvallarin Magnus H. Olsen eu skaðadarvaðir.

 

 

Tað eru seks stig frá NSÍ og aftur til B36, sum sunnudagin megnaði 2-2 í Klaksvík, har marginalirnir ikki vóru við tvífaldu meistarunum, sum fleiri ferðir raktu stólparnar aftanfyri KÍ málverjan:

-Aðalmálið er framvegis at varðveita fjórða plássið og harvið rættin at taka lut í altjóða fótbólti næsta summar. Nú eru vit væl fyri í tí kappingini. Tað er neyðugt at vinna í minsta lagi ein dyst aftrat, og vit eru sera uppsettir. Tað er framvegis møguleiki at røkka bronsuplássinum, og vit arbeiða fyri at vinna triðja plássið. Tvær tær næstu ferðirnar eiga vit NSÍ í Gundadali og síðani Víking í Gøtu. Lagið er gott undir venjing, og tað er stór kapping um plássini á liðini, so vit gleða okkum, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.

Alex Mellemgaard, Høgni Eysturoy og Jógvan Skeel Nolsøe er skaðadarvaðir. Hannes Agnarsson og Benjamin Heinesen eru tøkur aftur. Tað er tó lítið sannlíkt, at Benjamin Heinesen verður á listanum í dag, tí hann var á vøllinum alla tíðina, tá ið næstbesta B36 liðið, sum hevur vunnið kappingina í aðru deild, í gjár vann 7-1 á heimavølli ímóti Royn.

 

 

Fyrr í vikuni ljóðaði, at dysturin í Gundadali skuldi vera klokkan 17.15. Soleiðis verður tað ikki. Á sama hátt sum í hinum fýra dystunum verður fyrsta bríksl í Gundadali klokkan 15.00.