Tvey tey undanfarnu árini hava Víkingur og venjarin Sámal Erik Hentze vunnið FM. Í dag var Víkingur vertur, og Sámal Erik Hentze og NSÍ vóru gestir í Sarpugerði.
Tað vóru fyrrverandi venjarin og nýggja liðið hjá honum, sum fóru við øllum stigunum, og tað vóru meistararnir í Víkingi stóði eftir við ongum – aðru ferð á rað.
NSÍ vann 2-1, og tað eiga teir í Runavík at fegnast um, meðan víkingarnir eiga at iðra seg.
NSÍ legði seg framum í fyrra hálvleiki, tá ið Jóhan Troest Davidsen og Klæmint A. Olsen skoraðu.
Meðan støðan var 1-0, misnýtti Adeshina Lawal brotsspark fyri Víking.
Eftir steðgin royndi Víkingur at svara aftur. Tað eydnaðist Andreas Lava Olsen at minka um munin. Síðstu løtuna hevði Víkingur eina rúgva av góðum støðum, hóast liðið varð undirmannað, eftir at Hans Jørgen Djurhuus tvær ferðir hevði sæð gult og tí varð rikin av vøllinum.
Á Argjum var kavarok síðstu løtuna, men tað eydnaðist liðunum at vera á vøllinum í 90 minuttir og fýra aftrat.
Skála skoraði tvey mál í fyrra hávleiki. Brian Jacobsen setti hol á eftir fína sending frá Pæturi Dam Jacobsen, og Niels Pauli Danielsen økti til 2-0, eftir fínt álop, tá ið Edvin Jacobsen og so Brian Jacobsen vóru eyðsýndir í uppspælinum.
Hetta vóru fyrstu stigini hjá Skála saman við nýggja venjaranum Eyðuni Klakstein.
Úrslitini í triðja umfari
Víkingur - NSÍ 1-2 (0-2)
0-1: Jóhan Troest Davidsen
0-2: Klæmint A. Olsen
1-2: Andreas Lava Olsen
07 Vestur - EB/Streymur 0-3 (0-3)
0-1: Pætur J. Petersen 7.
0-2: Pætur J. Petersen 34.
0-3: Leif Niclasen 41.
B36 - HB 1-1 (1-0)
1-0: Meinhard E. Olsen 29.
1-1: Símun Samuelsen 53.
AB - Skála 0-2 (0-2)
0-1: Brian Jacobsen 13.
0-2: Niels Pauli Danielsen 37.
Suðringar - KÍ 0-1 (0-1)
0-1: Deni Pavlovic 24.
KÍ | 3 | 3 | 0 | 0 | 5 | 0 | 9 | |
EB/Streymur | 3 | 2 | 1 | 0 | 6 | 2 | 7 | |
NSÍ | 3 | 2 | 0 | 1 | 6 | 2 | 6 | |
B36 | 3 | 1 | 1 | 1 | 5 | 4 | 4 | |
HB | 3 | 1 | 1 | 1 | 3 | 5 | 4 | |
Víkingur | 3 | 1 | 0 | 2 | 3 | 4 | 3 | |
Skála | 3 | 1 | 0 | 2 | 2 | 3 | 3 | |
Suðringar | 3 | 1 | 0 | 2 | 2 | 6 | 3 | |
AB | 3 | 0 | 2 | 1 | 1 | 3 | 2 | |
07 Vestur | 3 | 0 | 1 | 2 | 2 | 6 | 1 |