Meistararnir svaraðu aftur

Hvassi við gentumanning var fyrstur um málstrikuna eftir ógvuliga tættan endaspurt við Drekan

Kappróður

 

Tað var ógvuliga tætt og spennandi í endaspurtinum í fyrsta FM róðrinum á sundalagsstevnu, sum var róðurin millum 5-mannafør við gentum.

Drekin, sum vann á Norðoyastevnu, og Hvassi, sum er báturin hjá Sunda Róðrarfelag, vóru í sera tættari kapping í endaspurtinum. Teir róðu fram ímóti málinum borð um borð og mest sum stavn um stavn, men á málinum var Hvassi reingina frammanfyri Drekan.

Á norðoyastevnu vann Drekin, meðan Hvassi var næstfyrstur. Eftir at Hvassi vann í heimasjógvi eru hesir báðir bátarnir javnir í stigum í FM kappingini.

Í fjør var Hvassi meistari. Tá vann Hvassi seks róðrar, meðan Drekin vann ein róður. Drekin vann á jóansøku. Leygardagin fæst at síggja, um tað verður Drekin ella Hvassi, sum fer at vinna á jóansøku.

Leygardagin bendi einki á, at nakar annar enn Drekin og Hvassi fara at verða sannlíkir vinnarar á jóansøku. Munurin frá Drekanum og aftur til næsta bátin, sum var Junkarin, var tvær bátslongdir, og so var aftur ein bátslong aftur til Firvald, aftur ein aftur til Jallin og síðani næstan tvær bátslongdir aftur til Blik og Tambar.