Fótbóltur
Hjá flestu fótbóltshugaðum føroyingum – og í øllum førum hjá HB-fjepparum – fer endaspurturin av landskappingini 2006 at standa í minninum sum árið, tá HB framdi tað ógjørliga. Hetta tá teir í míggju umførum kvettu átta stiga munin til EBS/treym burtur, soleiðis at enn eitt meistaraheitið kundi vinnast til mest sigursvanda felag í landinum.
Við sjey dystum eftir av ársins Formula-kapping er HB nú átta stig aftan fyri oddaliðini. Tað gevur í sjálvum sær eitt enn verri útgangsstøði, enn teir høvdu í fjør. Og við tveimum liðum í oddinum, eru fortreytirnar enn verri. Men eftir eina meira enn trilvandi fyrru hálvu eru nú aftur tey, sum halda, at HB er í ferð við at gera tað ógjørliga.
Glið á
Kanska er tað júst tankin um, at trýstið nú er burtur, sum ger, at HB veruliga hevur fingið glið á. Uttan kontanta kravið um eitt FM-heitið hangandi á sær tykjast spælararnir í øllum førum at trívast munandi betri á vøllinum, og sunnudagin gjørdist talan um tryggan sigur á Skála.
Til tíðir varð bólturin koyrdur runt í reyð/svørtu røðunum í vøkrum mynstrum, tað er valla ein Skála-fjeppari, sum við góðum vilja fer at siga, at gestirnir ikki áttu stigini uppiborið.
Tað tók tó sína tíð, áðrenn hol kom á. Men stutt fyri hálvleik bar tó til. Innskifti Tór-Ingar Akselsen breyt ígjøgnum, og tá Predrag Markovic bert kundi hálvbjarga skotroyndini, var Andrew av Fløtum skjótur á returinum, so hann kundi senda sítt sætta mál í fýra dystum í meskarnar.
Heilt tannleysir vóru vertirnir tó ikki, og stóran part av seinna umfarinum royndu teir at trýsta. Tað vildi tó ikki geva úrslit, og gott korter fyri leiklok var tað ístaðin HB, sum setti trumf á. Í einum góðum mótálopi gjørdist Rógvi Jacobsen blankur, so hann kundi økja til 2-0, og tá Milan Kuljic við fløtum skoti skoraði til 3-0 fór seinasta luftin úr Skála. At Pauli G. Hansen beint undan leikloki minkaði um munin, hevði sum so onga ávirkan,