Um vikuskiftið kom tíðin, sum ivaleyst nógvir føroyskir fótbóltsfjepparar hava bíðað eftir í á leið tríggjar mánaðir, tá fyrsta bólturin í nýggja kappingarárinum í Premier League fór á rull.
Spurningarnir hava helst verið nógvir undan kappingarbyrjan, og eftir fyrsta umfarið er sjálvandi ilt at spáa um, hvørji lið fara at kappast um meistaraheitið, hvørji fara at liggja í tyngra endanum, hvør fer at gerast toppskjútti osv. Men fyrsta umfarið kann tó geva ymiskar ábendingar um nøkur ting, og soleiðis var eisini hetta vikuskiftið.
Kiksaði hjá United
Meistararnir úr Manchester United løgdu fyri við eini á pappírinum yvirkomiligari uppgávu á heimavølli ímóti Reading, men hetta bleiv tó als ikki nøkur løtt uppgávu. Manchester United sat á at kalla øllum dystinum, men Reading bardist manniliga fyri at halda javnleikin.
Undan steðginum hevði United fleiri málmøguleikar, men teir høvdu ringt við at fáa bóltin í málið. Ta einu ferðina var sera tætt við, tá Ryan Giggs heilfluktaði bóltin á stongina.
Í seinna hálvleiki helt United fram við at trýsta, men í málið vildi bólturin ikki. Tá so Kitson hjá Reading fekk beinleiðis reytt kort við góðum korteri eftir at leika, øktist trýstið enn meir á málið hjá Reading. Verjan hjá Reading megnaði tó at stríða seg fram til ein málleysan javnleik, og sostatt byrjaði nýggja kappingarárið einki serligt hjá meistarunum.
Hjá hinum trimum liðunum, sum væntandi fara at stríðast um meistaraheitið saman við Manchester United, gekst heldur betri. Chelsea vann ein undirhaldandi dyst á heimavølli 3-2 ímóti Birmingham. Liverpool vann 2-1 á útivølli ímóti Aston Villa. Sigursmálið fingu teir í síðstu minuttunum, tá Gerrard sendi eitt fríspark beinleiðis í netið. Og Arsenal megnaði við tveimum málum í síðstu sjey ella átta minuttunum at venda einum hóttandi 1-0 tapi til ein 2-1 sigur á heimavølli ímóti Fulham.
Debutsigur til Eriksson og Allardyce
Bæði Newcastle og Manchester City hava fingið nýggjan venjara undan nýggja kappingarárinum, og her er ikki talan um ein og hvønn. Manchester City hevur fingið fyrrverandi enska landsliðsvenjaran, Sven Göran Eriksson, at standa á odda fyri teirra liði, meðan Sam Allardyce, sum hevur verið venjari hjá Bolton í samfull átta ár, nú er venjari hjá Newcastle.
Og júst nevndi Allardyce skuldi byrja nýggja kappingarárið á útivølli ímóti gamla felagnum, Bolton. Her fekk hann eina dreymabyrjan, tá Newcastle eftir bert 27 minuttum høvdu lagt seg á odda 3-0 við tveimum málum frá Martins og einum frá N’Zogbia. Í seinna hálvleiki fekk Bolton pyntað um úrslitið við máli frá Anelka, men Newcastle vann dystin 3-1.
Eisini Eriksson og hansara Manchester City fingu eina góða byrjan, tá teir møttu West Ham á útivølli. Eriksson hevur styrkt sær nógv um liðið til hetta kappingarárið, og tað vóru tveir av nýggju monnunum, sum skoraðu málini fyri City. Í 18. minutti legði Rolando Bianchi Manchester City á odda, og hesa leiðsluna hildu teir til fýra minuttir fyri tíð, tá innskifti Geovanni avgjørdi dystin.
Góð byrjan hjá uppflytarunum
Í fyrsta dystinum í ársins Premier League tóku uppflytararnir úr Sunderland ímóti Tottenham, sum miðar høgt í ár. Men Tottenham fekk eitt ordans skot fyri bógvin, tá innskifti Michael Chopra skoraði einasta málið í dystinum í 93. minutti. Sostatt hava Roy Keane og hansara fult stigatal eftir fyrsta dystin.
Hjá einum av hinum uppflytarunum, Derby, gekst heldur ikki so galið. Teir tóku ímóti Portsmouth, og hesin dysturin endaði við 2-2 javnleiki. Oakley legði Derby á odda alt fyri eitt, men um miðjan fyrra hálvleik javnaði Mwaruwari fyri Portsmouth. Tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum sá út til, at Portsmouth fór at vinna, tá Utaka sendi bóltin í netið, men minuttin aftan á javnaði Andy Todd fyri Derby, og sostatt endaði dysturin við 1-1 javnleiki.
Einasti uppflytarin, sum ikki fekk stig, var Birmingham. Teir høvdu tó heldur ikki nakran lættan dyst, tá teir vitjaðu hjá Chelsea á Stamfor Bridge. Dysturin endaði við 3-2 sigri til Chelsea, men Birmingham var væl við í hesum sera undirhaldandi dystinum.