Meistararnir skifta venjara

Hondbóltur: Danski venjarin er givin á Strondum, har fyrrverandi StÍF spælarar nú venja kvinnuliðið

Við hesum verður boðað frá, at samstarvið millum StÍF og  Ljubica-Buba Hansen er endað. Hon var venjari hjá kvinnunum og hevði ábyrgd av gentualdursbólkunum.

 

Avtalað er við Marius Joensen, at hann beinanvegin tekur við sum venjari fyribils. Pauli G. Hansen verður hjálparvenjari.

 

Hetta vóru boðini á heimasíðuni hjá Stranda Ítróttarfelag sunnudagin, tá ið heimliga landskappingin var í heystfrí, meðan kvinnurnar og menninir hjá H71 royndu at verja Føroyar og føroyskan hondbólt í europeisku kappingunum.

 

Marius Joensen og Pauli G. Hansen eru báðir royndir hondbóltsspælarar á Strondum og í StÍF.

 

Fyrsti dystur hjá teimum báðum við róðrið hjá StÍF kvinnunum, sum í vár vunnu FM, verður sunnudagin, tá ið StÍF klokkan 14 verður gestur í Hoyvíkshøllini.

 

StÍF kvinnurnar hava spælt fýra dystir, og úrtøkan er fýra stig. StÍF hevur vunnið ímóti VB á heimavølli og EB á útivølli, og StÍF hevur tapt ímóti Kyndli og Neistanum á heimavølli.