Tað var einki at rafla um, tá ið meistaraliðið í kvinnukappingini í fótbólti, EBS/Skála, í dag við Margáir hevði vitjan av HB.
HB styrkti seg undan hesum kappingarárinum við fleiri spælarum. Eitt nú flutti toppskjúttin og ársins spælari í fjør, Heidi Sevdal, úr Sundalagnum og aftur í HB.
Í dag hittust hesi bæði liðini, sum í fyrstu tveimum umførunum høvdu fulla úrtøku, við Margáir. EBS/Skála vann stórsigur. Úrslitið var 6-1, eftir at heimaliðið í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0 og miðskeiðis í seinna hálvleiki var á odda 5-0.
Durita Hummeland setti hol á í fyrsta minutti, og so skoraði liðformaðujrin Ansy Sevdal trý mál á rað og økti harvið um munin til 4-0.
Durita Hummeland økti til 5-0, áðrenn Milja R. Simonsen minkaði um munin til 5-1. Birna T. Johannesen staðfesti 6-1 heimasigurin.
Í Sarpugerði vann ÍF/Víkingur oyggjauppgerðina ímóti B68 3-1, eftir at støðan í hálvleikinum var 3-0.
Hanna Isaksen Højgaard skoraði tvey mál fyri heimaliðið og Arnborg Lervig skoraðåi eitt. Fyri gestirnar var tað Laila Pætursdóttir, sum fýra minuttir eftir steðgin minkaði um munin til 3-1.
Sum nevnt fyrr í dag vann KÍ tíðliga seinnapartin 4-2 í Gundadali ímóti B36.
Støðan eftir trý umfør
EBS/Skála 9 stig
KÍ 9 stig
HB 6 stig
ÍF/Víkingur 3 stig
B36 0 stig
B68 0 stig