Tað kann vera, at onkur hevði roknað við, at HB og KÍ, sum í hesum árinum bæði fara um tey hundrað, í átjanda og síðsta umfarinum skuldu bresta saman. Úrslitini hjá øllum tíggju feløgunum á vøllinum frá fyrsta umfarinum, sum verður á skránni flaggdagin og til átjanda umfarið, sum verður á skránni 2. oktober, høvdu gjørt av, um tey bæði mest vinnandi feløgini skuldu spælt um FM heitið.
Men tað verður eingin finala millum HB og KÍ. Í hvussu so er ikki sambært tí uppskotinum til landskapping, sum FSF á aðalfundinum leygardagin legði fyri fótbóltsfeløgini.
Sambært hesum uppskotinum verður spælt soleiðis í átjanda umfarinum, sum er á skránnni 2. oktober: B36?B68, EB/Streymur?Skála, KÍ?ÍF, GÍ?VB og NSÍ?VB.
Tá ið kappingin verður so gomul sum ájtan umfør, kann tað fara at vísa seg, at allir dystirnir fara at verða áhugaverdir. Í fjør vann B36 silvur, og B68 vann bronsu. Í fjør megnaði Skála í síðsta umfarinum við heimasigri ímóti EB/Streymi at lyfta sær av aftasta plássinum. Tá ið KÍ í 1999 fyri higartil síðstu ferð ognaði sær FM heitið, vunnu teir í síðsta umfarinum á heimavølli og í áarføri ímóti ÍF. Tá ið HB vann FM í fyrraárið, var tað við sigri í Runavík, at teir tryggjaðu sær meistaraskapin, og dystirnir millum GÍ og VB eru altíð spennandi.
Áhugaverd kapping
Enn ber sjálvandi ikki til at tosa um stórdystir, oddadystir og botndystir. Hvussu feløgini eru fyri, fara ábendingar at vera um, tá ið steypakappingin verður á skránni. Fyrstu venjingardystirnir hjá fleiri feløgum vóru nú um vikuskiftið. Leygardagin vann B68 2?0 í Runavík, og sunnudagin vann VB, sum í vikuskiftinum var á venjingarlegu á Svangaskarði, 4?2 á NSÍ í Runavík.
Fyrsta umfarið í landskappingini verður flaggdagin. Tá skulu júst NSÍ og VB spæla í Runavík. KÍ fær vitjan av B68, ið sum oftast hevur staðið seg væl í Klaksvík, ÍF skal í fyrstu royndini í bestu deildini í hesum umfarinum spæla í Gøtu, og B36 fer at fáa vitjan av EB/Streymi, sum árstalsfelagið í Havnini hevur fingið fleiri spælarar frá síðani síðsta kappingarár.
Níggjunda og síðsta umfarið undan summarsteðginum verður spælt 27. ? 30. juni. 27. juni fara VB og GÍ at spæla á jóansøku í Vági, og tá fara ÍF og KÍ og Skála og EB/Streymur at spæla. 28. juni skulu B68 og B36 spæla, og 30. juni fær HB vitjan av NSÍ. Tann dysturin verður spældur seinni enn hinir, tí NSÍ skal spæla Intertoto Cup 26. juni.
Umstøðurnar hjá fótbóltsspælarunum at halda Ólavsøku verða ikki nakað serligar. Longu 1. august verður farið undir seinna partin av landskappingini. Tá fara mótstøðuliðini at vera tey somu, sum tey vóru í fyrsta umfarinum. Tey feløgini, sum í fyrsta umfarinum høvdu heimavøll, fara at hava útivøll, og tey, sum høvdu útivøll, fara at hava heimavøll.
Rættulig finala
Í næstbestu deildini verður lagt upp til, at tað fer at verða spælt so at siga somu vikuskifti, sum tað fer at verða spælt í bestu deildini. Í 2. deild tykist tað verða lagt upp til rættuliga finalu. Í síðsta umfarinum, sum verður á skránni 2. oktober, skal TB spæla á heimavølli. Mótstøðuliðið verður FS Vágar. TB tapti í fjør endaspælið um uppflyting í bestu deildina ímóti Skála. FS Vágar flutti niður úr bestu deildini.
Umframt hesi bæði feløgini eru tað fýra onnur, sum kunnu flyta upp. AB spælir í síðsta umfarinum í Klaksvík, LÍF og Sumba skulu spæla í Leirvík, og B71 og Royn skulu bæði spæla á útivølli. B71 ímóti B36 og Royn ímóti VB.
Fyrsta umfarið í 2. deild verður spælt leygardagin 24. apríl. Tá er lagt upp til, at skráin skal síggja soleiðis út: B36?VB, TB?B71, LÍF?FS Vágar, Royn?AB og KÍ?Sumba.
Í skrivi til feløgini sigur FSF, at um feløgini hava nakrar viðmerkingar til leikdagarnar, so skulu hesar sendast FSF skrivliga, soleiðis at tær verða FSF í hendi í seinasta lagi 23. februar.