Hondbóltur
Talan var um ordans bakkaláara, sum Kyndil fekk í fyrsta umfarinum av landskappingini, tá teir máttu lúta fyri KÍF, sum á pappírinum tykist veikari, enn teir vóru í fjør.
Tí skuldi talan verða um uppreisn, tá grannauppgerðin móti Neistanum stóð á skránni, og her talaði alt fyri einum spennandi dysti.
Neistin hevði í sín lut heldur ikki ráð at tapa, eftir at teir eisini máttu lúta fyri StÍF í sínum premierudysti.
Lítil spenningur
Fyrstu lítllu løtuna sá eisini út til, at talan skuldi gerast um eina hampuliga javna uppgerð, men skjótt byrjaði Kyndil at draga frá. Ein óhugnaligur effektivitetur saman við heldur dølskum verjuspæli hjá Neistanum, bar við sær, at Kyndil skoraði í hvørjum einasta álopi fyrstu 10 minuttirnar, og tá skjúttarnir hjá Neistum ikki megnaðu at fylgja við, kom eitt hampuliga stórt glopp í.
Ikki minst undraði tað í hesum sambandi, hvussu illa væl vaksna verjan hjá Neistanum riggaði. Hóast allir bakspælararnir eru væl omanfyri teir 180 sentimetrarnar, so sluppu kyndils-menn at kalla ótarnaðir at spáka heilt inn, áðrenn skot vórðu latin av. Ella varð spælt skjótt út á kantarnar, har tunga verjan als ikki megnaði at fylgja við flytingunum.
Neistin fekk betra nakað um hetta, og seinastu løtuna undan steðginum varð munurin minkaður niður í trý mál. Nakað sum tó skuldi vísa seg at verða tað nærmasta, sum teir bláu komu grannunum í dystinum.
Neistin í kreppu
Tí Kyndil legði aftur bragdliga fyri í seinna hálvleiki. Kanska vóru teir í Neistum ovurtendraðir, ella var talan bara um ófantaligt verjuspæl. Men í øllum førum slapp Kyndil fyri tað heilt nógva at spæla í yvirtali seinasta hálva tíman. Málini skolaðu inn úr øllum ættum, og var tað ikki tí Zeljko Jotic eftir steðgin framdi fleiri góðar bjargingar, so hevði avhølvingin helst verðið nógv størri, enn hon bleiv.
Ein munur upp á níggju mál, er tó helst í sjálvum sær nóg mikið, til at Neistin komandi dagarnar noyðist at leita djúpt, til tess at finna nakað av sjálvsáliti aftur, eins og tað í øllum førum prógvar, at liðið hevur nógv at arbeiða við, um málið um eitt pláss í heiðursmerkjarøðini skal náast.
Á pappírinum er einki at ivast í, at Neistin hevur eitt av sterkastu liðunum í kappingini. Við monnum sum Damir Oros, Áka Mørk og Blagoje Buha hevur liðið leikarar, sum á einum góðum degi uttan stórvegis trupulleikar kunnu røkka 10-12 málum, og tað eigur í øllum førum at vera eitt gott grundarlag at byggja á.
Tað er tó ikki uttan orsøk, at tað ofta verður tikið til, at hondbóltsdystir verða vunnir í verjuspælinum. Her skuldi Neistin havt góðar fortreytir við eini verju, sum helst telist millum tær hægstu í landinum, men at støddin í sjálvum sær ikki er nakar garantur, var dysturin sunnudagin gott dømi um. Oftast tóktist verjuspælið beinleiðis klossut. Kyndils-menn sluppu at ganga heilt inn móti strikuni, áðrenn skot vórðu latin av. Og hóast ferðin ikki var so høg, sum hon væntandi verður seinni á kappingarárinum, so bera 10 útvísingar sítt greiða boð um trupulleikarnar, sum Neistin hevði, tá Kyndil royndi at spæla tunt.
Gott Kyndils-lag
Hjá Kyndli sær støðan hinvegin eitt sindur bjartari út, eftir at miseran móti KÍF mundi senda lagið niður móti nullpunktinum eftir seinasta vikuskifti.
Liðið líkist at kalla sær sjálvum frá meistaraheitinum í fjør, og við Ragnari Stakksund sum styrki frá grannunum er enn ein strongur í kontraspælinum fingin upp á pláss. Hartil tykist liðið í ár eisini at hava fingið nakað meira breidd í. Ikki minst er Rókur A. Nielsen ein sera spennandi leikari. Enn er hann bara fyrsta árs unglingaleikari, men kropsliga styrkin er stór, og megnar Kyndil at røkja talentið rætt, er einki at ivast í, at teir her hava ein leikara, sum í nógv ár framyvir fer at verða ein av berandi kreftunum á liðnum.
Komandi vikuskifti eitur mótstøðuliðið StÍF, og tað verður kanska ein styrkisroynd hjá Kyndli, sum nú skal prógva, at teir aftur í ár ætla sær ein leiklut í oddinum. Neistin skal tá hitta H71, og hóast vit enn bert eru komin heilt stuttan veg í grundspælinum, so eru longu nú ábendingar um, at hetta verður dysturin, har Neistin skal gera av, hvørt ætlanirnar um heiðursmerki skulu gerast egg ella ungi.
Fakta um dystin
Neistin-Kyndil 24-33 (12-15)
Málskjúttar
Neistin: Áki Mørk 9, Damir Oros 5, Dann Thorleifsson 5, Helgi Michelsen 2, Jón Ludvig 1, Ræni Slættanes 1, Blagoje Buha 1
Kyndil: Rókur A. Nielsen 6, Høgni Klein 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5(1), Jacob Jónsson 4, Josef Abrahamsen 4(2), Ragnar Stakksund 3, Janus Einar Sørensen 3(1), Finnur Hansson 3
Brotskøst: Neistin 1, Kyndil 5
Útvísingar: Neistin 10, Kyndil 3
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen. Prógvaðu eins og leikararnir, at tað fyrstu vikurnar ræður um at spæla seg í form.









