fótbóltur
Tað var ikki nógv fyrstu longu løtuna, sum bendi á, at HB skuldi fáa nakrar stórvegis trupulleikar av KÍ í dystinum sunnudagin.
Fyrsta góða korterið skolaðu álopini oman móti KÍ-málinum, og fleiri góðir møguleikar spurdust eisini burturúr. Størstur mundi tann hjá Jákupi á Borg vera, tá hann fáar metrar úr málinum vísti, hvussu tú kanst lata vera við at skora í opið mál, men ístaðin lyftir bóltin upp um tvørtræið.
HB hevði enntá bóltin í KÍ-málinum, men ta ferðina varð veittrað fyri rangstøðu, og ístaðin var tað løtu seinni KÍ, sum hevði lagt seg á odda.
Ein langur bóltur varð lossaður fram á vøllin, og tá Vagnur Mohr Mortensen og Pól Næs Joensen ikki kundu semjast um, hvør skuldi taka sær av hesum, smeyg Jacob Bymar sær ímillum og stútaði bóltin upp um málverjan og í manntóma málið.
Hetta var sum vátur vøttur hjá HB at fáa, men hóast kjaftfiskin, so hildu teir áfram at trýsta móti vindinum. KÍ fekk kanska spakuliga betri tak á, men tað var framvegis HB, sum stýrdi, og aftur komu teir til møguleikar. Liðskiparin, Rúni Nolsøe, mundi kenna seg sum stórsyndara, tá hann ? eftir at hava tacklað seg leysan í fimm-metrinum ? langaði bóltin á stongina, men lítla løtu seinni var tað so kortini Rúni, sum kundi flenna harðast.
Rasmus Nolsøe, sum avloysti ein skaddan Janus M. Joensen á vinstra bakki, sendi knallhart innfyri. Rúni royndi at stýra bóltinum, og tá hesin so bar við verjuleikara, varð Jákup Mikkelsen púrasta prísgivin í KÍ-málinum.
KÍ kundi revsað
Hetta var stutt fyri hálvleik, og tá HB í seinna hálvleiki skuldi hava vindin við sær, mundu fá ivast í, at teir nú aftur fóru at herða trýstið á KÍ-verjuna.
Tað var kanska eisini ætlanin, men tað gjørdist sjáldan veruleiki. KÍ-liðið var munandi betri skipað, nú teir komu út aftur á vøllin, og tó at HB royndi at spæla bæði breitt og djúpt, so megnaðu teir sjáldan at koma til veruligar møguleikar. Einstakar ferðir sluppa Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni ígjøgnum í borðunum, men góðskan á innleggunum var sjáldan nóg góð.
Hinvegin var fleiri ferðir upptrekk til vandastøður framman fyri HB-málið, tá KÍ sendi skjótu mótálopini avstað. Serliga lá væl fyri hjá Eyðuni Klakstein á miðvøllinum at fáa tamarhald á støðuni, áðrenn bóltar vórðu stungnir avstað, og so ráddi um hjá álopsmonnunum at renna seg leysar av HB-verjuni.
Heilt leysir gjørdust teir tó ongantíð, men serliga seinastu løtuna ? tá HB flutti nógv fólk fram ? kundi tað verðið heilt vandamikið, um neyvleikin í seinastu sendingini var størri.
Sýndi veikleikar
Skal takast samanum dystin, so var javneikurin kanska eitt rættvíst úrslit, men tað skerst ikki burtur, at HB átti allar fortreytir fyri at fáa fult burturúr. Men tá fyrsta trýstið var farið av teimum, so megnaðu teir ikki í nóg stóran mun at skapa yvirtalsstøðurnar, sum kundu givið avgerandi gjøgnumbrotini.
Við at seta Jan Andreasen og Harley Bertholdsen á back-plássini hevði Ove Flindt Bjerg eisini gjørt sítt fyri at steðga vandamikla vongspælinum hjá HB, og tó at Heðin og Jákup onkra ferðir sluppu avstað, so eydnaðist hesin parturin av taktikkinum. Og á miðvøllinum tóktist KÍ við eini diamant-líknandi uppstilling eisini at byrgja fyri hart arbeiðandi miðvøllinum hjá HB.
Og so hevði tað helst eisini sín týdning, at HB her møtti eini verju, sum megnaði at taka dystin upp við Rógva Jacobsen í luftspælinum. Serstakliga tá hesin ikki hevði leikandi venjaran, sum var úti við skaða, til at hjálpa sær í hesum partinum.
Og tað skerst heldur ikki burtur, at verjuparturin sá nakað jánkasligur út til tíðir. Ikki minst høvdu teir trupulleikar, tá KÍ royndi at kontra niðan eftir. Kanska eisini tí Janus ikki var við hesaferð, men móti liðum við kvikari álopsmonnum enn teimum hjá KÍ kann væl verða, at trupulleikararnir hjá meistarunum verða enn størri.