Tað verður av álvara talt niður til nýggja kappingarárið í fótbólti. Seks vikur eru fram til fyrsta umfarið í landskappingini. Síðani árskiftið hava øll feløgini av álvara fyrireikað seg, og í onkrum feløgum fóru teir undir fyrireikingarnar longu seint í heyst.
Í dag spældu meistararnir í B36 fyrsta venjingardystin. Í morgun var ovari vøllur í Gundadali heilt hvítur, men kommunan syrgdi fyri, at tað bar til at spæla.
Mótstøðuliðið hjá B36, sum hevur vunnið FM tvey tey undanfarnu árini, var 07Vestur. Setningurin hjá vágamonnum er at vinna seg upp aftur í bestu deildina.
Í dag sást væl, at tað er munur á fremstu og næstfremstu deildini. B36 vann 5-0. Merkisvert var tað, at nýggi álopsspælarin, Jógvan Skeel Nolsøe, sum umvegis AB er komin úr HB, skoraði tvey mál. Eitt var sjálvmál, og hini bæði skoraðu tveir, sum higartil ikki hava verið fastir menn á besta B36 liðnum – Benjamin Heinesen og Pætur Petersen.
At tey í árstalsfelagnum ætla sær meiri, enn tey higartil hava rokkið, varð í dag undirstrikað av, at á temadegnum var evnið, hvussu farast skal fram við atliti til framhaldandi menning av felagnum.











