HB tók seint seinnapartin sunnudagin á Skála við, har teir sleptu í fjør. Meistararnir vunnu sannførandi 5-2 sigur, og HB er ovast á stigatalvuni eftir fyrsta umfarið.
Spurningurin, sum hekk í køldu várluftini, tá ið fólkið fór undan Mýruhjalla, var, um grundarlagið undir stórsigrinum hjá HB, sum ofta hevur havt tað torført á Skála, var so sera sannførandi meistaraavrik, ella um tað var heimaliðið, sum var lítið sannførandi.
Svarið hekk í luftini. Kanska var talan um samanspæl av báðum lutum. Altso at Skála avrikið var sera lítið sannførandi, og at HB var so nógv betri enn mótstøðuliðið. Í hvussu so er vísir tað stóra breidd og styrki, at Krzystof Popczynski frá fyrsta bríksli hevði tveir av landsliðsspælarunum, sum høvdu verið longu ferðina í Georgia, á beinkinum.
Jákup á Borg og Christian Høgni Jacobsen vórðu ikki settir inn fyrrenn í 2. hálvleiki. Tá ið Christian Høgni tíggju minuttir eftir steðgin kom á vøllin, var tað í staðin fyri ein annan landsliðsspælara, Rógva Jacobsen, sum takkaði fyri seg, eftir at hann í 1. hálvleiki hevði verið meistari fyri tveimum málum og hevði verið orsøk til triðja HB málið.
Skála legði fyri sum eitt ódnarveður. Sekundvísarin hevði bara verið gott og væl tvær ferðir runt, tá ið bólturin lá í málinum aftanfyri nýggja HB málverjan, Marcin David. Alexandur Johansen royndi við skoti úr vinstru, og Bogi Gregersen broytti kósina á bóltinum so mikið, at hann streyk í málið.
Stórur fagnaður í Skála leguni. Men gestirnir úr høvuðsstaðnum vóru ikki útslignir.
HB gjørdi bart
Eftir at teir høvdu javnað til 1-1 miðskeiðis í 1. hálvleiki, var tað eingin ivi um, at HB var omaná, og tá ið teir tvær ferðir afturat høvdu fingið mál, áðrenn menn fóru at hvíla seg, var spurningurin bara, hvussu stórur HB sigurin fór at verða.
Útjavnandi málið átti Skála verjan sín stóra lut í. Milic Curcic royndi at verja bóltin aftur til málverjan Predrag Markovic, men hesin tøvdi so mikið, at Rógvi Jacobsen stakk seg inn ímillum teir báðar og lyfti bóltin í tóma málið.
Stórur hálvur tími var farin, tá ið Rógvi Jacobsen aftur var upp á spæl. Hesa ferð sendi hann bóltin í netið við høvdinum, eftir innlegg úr vinstru frá Emil N. Leifsson, sum rættuliga hevur fingið tak á vinstra vongverjanum hjá HB.
Skálamenn vildu vera við, at málskjúttin hevði skumpað vongverjan Arnholdt Berg í ryggin, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í.
Sjey minuttir fyri steðgin var Rógvi aftur upp á spæl. Hann vann fríspark uttanvert brotsteigarmarkið, og Rasmus Nolsøe smekkaði bóltin framvið manngarðin og í tann partin av málinum, sum málverjin skuldi eitast at verja fyri.
Christian Høgni Jacobsen loysti Rógva Jacobsen av tíggju minuttir eftir steðgin. Hann hevði bara verið tveir minuttir á vøllinum, tá ið toppskjúttin frá í fjør hevði skorað fyrsta málið í landskappingini fyri nýggja felagið hjá sær. Skjóti maðurin rann frá verjuni og skoraði, og tað sá heldur ikki ov gott út í Skála verjuni, tá ið Páll M. Joensen, sum hesa ferð var ytstur á HB miðvøllinum í høgru økti til 5-1.
Tá ið Bogi Gregersen í síðstu løtu minkaði um munin til 5-2, átti HB málverjin alt málið, sum tað var. Hann metti skeivt, hvussu bólturin fór at støkka á vøllinum!
Skála 2 bóltar
HB 4 bóltar