Tey hava havt úr at gera við at undirskriva sáttmálar í Sundalagnum. Ikki færri enn fimm undirskriftir eru gjørdar ? tvær á sáttmálar, ið knýta tveir nýggjar leikarar at felagnum, og tríggjar aðrar, ið hava við sær, at leikarar halda áfram.
Tríggjar tær síðstu undirskriftirnar settu René Tórgarð, Levi Hanssen og Dánjal Davidsen, ið harvið skulu vera við at verja meistaraheitið og steypafinalusigurin. Hetta eru góð tíðindi í Sundalagnum, tí bæði René Tórgarð og Levi Hanssen eru mettir at vera ógvuliga týdningarmiklir leikarar í felagnum. Dánjal Davidsen hevur ikki leikt eins nógvar dystir og teir báðir áður nevndu, men í EB/Streymi hava tey verið so mikið nøgd við avrik hansara, at tey ynskja hann at halda áfram.
Í kvøld gjørdist boðaði EB/Streymur annars eisini frá, at Pauli G. Hansen og Pætur Dam Jacobsen eru knýttir at felagnum. Haraftrat gjørdist í síðstu viku greitt, at Gudmund Nielsen frá B71 eisini kemur til EB/Streym, umframt at venjaraparið Sigfríður Clementsen og Magni Mohr halda áfram.