Brekkan er long og brøtt hjá meistarunum í EB/Streymi upp á toppin, eftir at HB í dag í lívligari uppgerð hevur vunnið 3-2 í Streymnesi.
HB hevur 26 stig og er eftir ellivu umfør tíggju stig frammanfyri meistararnar í EB/Streymi.
Tríggir teir næstu kappingarneytarnir hjá HB vunnu í hesum umfarinum: NSÍ og Víkingur á heimavølli ímóti botnliðum, og B68 á Argjum.
Botnliðini, KÍ og 07 Vestur, taptu á útivølli, meðan ÍF við málleysum javnleiki í Gundadali ímóti B36 tók seg eitt vet frá niðurflytingarhóttanini.
11. umfar
Leygardagin kl. 18.00
AB-B68 0-3 (0-1)
Dómari: Ransin Djurhuus
0-1: Pól Jóhannes Justinussen 5.
0-2: Dánjal Pauli Højgaard 50.
0-3: Ahmed Keita 79.
Víkingur-KÍ 4-1 (1-1)
1-0: Atli Gregersen 4.
1-1: Kristoffur Jakobsen 37.
2-1: Zoltan Bukzegi 51.
3-1: Súni Olsen 67.
4-1: Sverri Jacobsen 82.
Sunnudagin kl. 15.00
NSÍ-07 Vestur 5-1 (2-0)
Georg Rasmussen
1-0: Bogi Løkin 20.
2-0: Karoly Potemkin 43.
3-0: Bogi Løkin 47.
4-0: Bogi Løkin 58.
4-1: Jens Erik Rasmussen 65.
5-1: Óli Hansen br. 82.
EB/Streymur-HB 2-3 (1-2)
Dagfinn Olsen
0-1: Bjarni Jørgensen 8.
1-1: Santos 27.
1-2: Bjarni Jørgensen 31.
2-2: Arnbjørn Hansen 53.
2-3: Andrew av Fløtum 54.
B36-ÍF 0-0
Petur Reinert
Støðan
HB 26
NSÍ og Víkingur 23
B68 18
EB/Streymur 16
AB 14
B36 12
ÍF 9
07 Vestur 6
KÍ 4
Øll liðini hava spælt 11 dystir.
12. umfar
Mikudagin 17. juni
HB-NSÍ
ÍF-AB
KÍ-B36
07 Vestur-Víkingur
B68-EB/Streymur