Meistararnir komu víðari

Fótbóltur, UEFA Champions League: Hóast tað enn restar eitt leikumfar í seinna bólkaspælinum, er ein mynd av fjórðingsfinalistunum um tekna seg, og mikukvøldið megnaðu verandi meistararnir eisini at tryggja sær víðari luttøku

Bólkur A

Porto kiksaði

Barcelona, sum longu hevur tryggjað sær víðari luttøku í kappingi, tryggjaði sær eisini oddasessin í bólkinum, tá teir mikukvøldið vunnu 3-1 á Hertha Berlin.

Tað var annars týska liðið, sum legði seg á odda, tá Ante við høvdinum legði bóltin í spanska málið.

Leiðslan helt sær tó ikki leingi, tí lítla løtu seinni sendi miðvallarin, Xavi, sum avloysti Guardiola hetta kvøldið, bóltin í netið til 1-1.

Eftir hetta hevði Barcelona so at siga alt spælið, og tað var einans eitt frálíkt avrik frá Kiraly í týska málinum, sum forðaði fleiri málum.

Beint eftir steðgin, eydnaðist tað tó Gabri at skora, tá hann av miðjum vølli setti beina kós móti málinum, har hann eisini megnaði at leggja bóltin.

Móti endanum av dystinum eydnaðist tað Patrick Kluivert, sum fram til tá hevði brent eina ófatuliga rúgvu av málmøguleikum, at økja upp í 3-1, og so var leyst og liðugt hjá spanska stórfelagnum.

Í hinum dystinum í bólki A kundi Porto tryggja sær víðari luttøku, um teir megnaðu at fáa trý stig burtur úr heimadystinum móti Sparta Prag.

Alt byrjaði eisini eftir ætlan, tá Costa eftir eitt korter skoraði til 1-0. Nakað inni seinna hálvleiki økti Capucho upp í 2-0, og so skuldi ein hildið, at málið var avgreitt, men kekkiska liðið gav kortini ikki upp.

Eitt korter fyri leiklok minkaðu teir um munin, tá Lokvenc slapp leysur móti málinum, og tá vísarin á klokkuni var farin um teir 90 minuttirnar, eydnaðist tað teimum eisini javna, tá Fukal hevði seinasti fótin á eini álopsroynd.

Við javnleikinum varðveitti Sparta Prag møguleikan at koma í fjórðingsfinalurnar, men Porto má framvegis metast sum favorittur at fylgja Barcelona á leiðini. Barcelona er fremst í bólki A við 13 stigum, Porto hevur 7 stig, Sparta Prag 5 og Hertha Berlin hevur 2 stig. Í seinastu dystunum skal Porto á vitjan í Berlin, meða Sparta Prag á heimavølli fær vitjan av Barcelona.



Bólkur B

Meistararnir víðari

Verandi meistararnir úr Manchester United, tryggjaðu sær luttøku í fjórðingsfinalunum, tá teir mikukvøldið vunnu 3-1 á italska Fiorentina.

Tað byrjaði tó alt annað enn gott hjá enska liðnum, tá Gabriel Batistuta eftir eitt korter sendi eitt dundurskot í netið aftan fyri Mark Bosnich, sum nú aftur var at síggja í enska málinum.

Lítla løtu senni hevði Andy Cole tó fingið javnvág í aftur, og beint fyri leiklok eydnaðist tað liðskiparanum, Roy Keane, at skora, tá hann heilfluktaði bóltin í netið, eftir at Henning Berg fyrst hevði skallað bóltin á tvørstongina.

Í seinna hálvleiki hevði enska liðið so at siga alt spælið, og serliga eftir at Rositto fekk reytt kort, eftir at hava sparka Yorke niður aftan í frá, lá væl fyri hjá teimum.

Møguleikarnir trutu heldur ikki, og at enda eydnaðist tað Yorke at skalla bóltin í netið úr stuttari fjarstøðu, eftir at besti maðurin á vøllinum, Ryan Giggs, hevði lagt innfyri úr vinstru.

Valencia, sum er nr. 2 í bólki B, megnaði á útivølli at vinna 4-1 á franska Bordeaux, og nú tørvar spanska liðnum bert ein javnleik í seinasta heimadystinum móti Manchester United fyri at koma víðari.

Fyrra umfarið gekk javnt á, men Valencia fekk tó lagt seg á odda, tá verjuleikarin, Miroslav Djukic.

Seinni hálvleikur var bert tríggjar minuttir gamal, tá verjuleikarin hjá Bordeaux, Saveljic, varð rikin av vølli, og upp á eftirfylgjandi brotssparkið kundi Mendieta gera tað til 2-0.

Sylvian Wiltord megnaði at minkað um munin nakað seinni, men kortini gjørdist tað Valencia, sum fekk seinasta orðið í dystinum, tá Gonzalez og Sanchez skoraðu til 3- og 4-1 móti endanum av dystinum.

Manchester United er nú á odda í bólki B við 12 stigum, Vanlencia hevur 9 stig á øðrum plássi, meðan Fiorentina á triðja plássinum hevur 7 stig. Niðast er Bordeaux, sum bert hevur fingið 1 stig.