Fótbóltur
Hóast talan var um tvey vinnaralið, ið hittust við Margáir í gjár, so sást rættiliga skjótt, hvør vann bestu deildina, og hvør vann næstbestu deildina í fjør.
Nógv styrkta EB/Streymsliðið byrjaði tó bara við tveimum av nýggju spælarunum inni, og bæði Pætur Dam Jacobsen og Alex Dos Santos sluppu at byrja uttanfyri.
Veðrið var sera gott til fótbólt við Margáir í gjár, hóast nakrir dropar komu av himli í endanum av fyrra hálvleiki.
Nógv ferð var á spælinum fyrstu løtuna, og bæði liðini høvdu nakrar møguleikar beinanvegin.
Næstan so skjótt dysturin byrjaði fekk 07 Vestur ein stóran málmøguleika. Trunkaspæl var eftir horna, og endin varð, at ein 07 Vestur spælari stakk beinið fram, og skeyt bóltin framvið málmanninum hjá EB/Streymi. Men Sorin Angel stóð á málstrikuni og fekk bóltin beint í kroppskinnið. Onkur vildi vera við, at hann stóð innanfyri málstrikuna, men tað mettu hvørki Rúni Gaardbo ella nakar av hjálpardómarunum, so tað helt fram at vera málleyst við Margáir.
Tá tíggju minuttir vóru spældir, kom dagsins fyrsta mál. Ein bóltur varð spældur av miðjum vølli, út í høgru síðu hjá 07 Vestur, har Hans Pauli Samuelsen við hælinum legði bóltin inn um verjuna hjá 07 Vestri, til Leif Niclasen, sum spældi bóltin inn á baklinjuna, har Gudmundur Nielsen var staddur.
Gudmundur gjørdi skjótt av og spældi bóltin útfrá til Arnbjørn Hansen, sum skeyt bóltin inn um Trygva Askham í 07 Vestur málinum.
EB/Streymur stýrir spælinum
Næsta hálva tíman hevði EB/Streymur rættiliga yvirvág í spæli og møguleikum. Hans Pauli Samuelsen hevði eitt langskot úr høgru síðu hjá EB/Streymi, og 07 Vestur hevði onkran møguleika. EB/Streymur hevði bóltin mest, men tá vágamenn fingu bóltin royndu teir veruliga at spæla bólt og sóu rímiliga sterkir út.
Tá 07 Vestur ikki hevði bóltin, stríddust teir manniliga við at fáa fatur á bóltinum, men tað sá út til, at EB/Streymur hevði stýr á tingunum, líka til fimm minuttir restaðu til hálvleiks.
Tá gjørdist ein 07 Vestur leikari rættiliga leysur, og smekkaði upp á mál úr vinstru síðu hjá teimum. René Tórgarð megnaði at bjarga, men fekk ikki veruliga bóltin av vandaleið.
Tá kom aldursforsetin á vøllinum, Jens Erik Rasmussen, sníkjandi og legði bóltin í málið til 1-1.
Meistararnir hevna seg
Fyri hálvleik hendi ikki so nógv afturat, men tá steðgurin var av, komu EB/Streymsleikararnir út sum nøkur óløgir, og ikki meira enn ein minuttur var spældur, tá Gudmundur Nielsen einsamallur fór fram við verjuni hjá Vágamonnum, og legði bóltin innfyri til Arnbjørn Hansen, sum aftanfyri ein sovandi verjuleikara kundi stúta bóltin inn til 2-1.
Tá EB/Streymur vóru komnir framum, vísti tað seg, at bæði liðini ikki høvdu yvirskot at spæla bólt longur, og fóru frá at spæla bólt til at sparka bólt. Tó so. Alex Dos Santos, sum var komin inn fyri Leif Niclasen gjørdi onkran vørr í høgru síðu hjá 07 Vestur, so onkur hálvur møguleiki kom.
Restin av dystinum varð gyppaður, og tá bólturin ikki var uttanfyri til hornaspørk, málspørk og innkøst, so lógu spælarar skaddir.
Sterk lið
EB/Streymur eru nú komnir frá byrjan við trimum stigum, men eftir spælinum at døma, sær út til, at 07 Vestur nokk skulu vera sterkir á heimavølli.
Arnbjørn Hansen kom í gongd við málskjótingina, og Jens Erik Rasmussen er helst elsti leikari, ið nakrantíð hevur gjørt mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini.