Meistararnir á knøunum

Uttan útlendingar gekk striltið hjá meistarunum at knógva uppflytarunum úr VB, men við einum lopi í seinna hálvleiki eydnaðist tó at vinna neyðugu stigini

Hondbóltur

Meistararnir úr VB eru mest sum ikki at kenna aftur í løtuni. Tó at útlendingamálið í løtuni tykist parkerað, og leikararnir hjá VB tí enn tykjast verða verandi í landinum, so hevði VB hvørga av hesum báðum við leygardagin. Hartil er triðja útlendska kvinnan, Daiva Toumaite, heldur ikki við vegna skaða, og hetta var um at kosta teimum stig móti Søljuni leygardagin.

Á pappírinum er annars einki at ivast í, at hetta var ein av teimum dystunum, har VB skuldi fáa tvey løtt stig til høldar, men tað gekk tó alt annað enn lætt við hesum.
Frá byrjan fylgdu gesturnir úr Vágum sera væl við, og tó at VB royndi at toga, so eydnaðist hetta ikki meira enn partvíst. Ein glotti tóktist vera íkomin, tá VB stutt undan steðginum skeyt seg upp á 8-6, men við trimum málum á rað syrgdi Søljan fyri, at tær høvdu eina óvæntaða leiðslu í steðginum.
Tað kom tó nakað av vend í seinna umfarið. VB legði alt fyri eitt bragdliga fyri, og ikki minst gav hetta at bíta, tá Søljan eitt skifti fekk tríggjar útvísingar á rað. Heilt stórur gjørdist munurin tó ikki, men VB fekk nú betri frið yvir spælið, og seinasta korterið ella har á leið kundu tær so hugsa um at halda fast um leiðsluna. Hetta eydnaðist eisini, og við sigrinum syrgdi VB í øllum førum fyri, at tær enn hava samband við hini liðini í oddinum. Hvussu leingi hetta sambandið kann haldast við líka veldst tó eisini um, nær útlendsku leikararnir verða tøkar aftur. Tað gekk uttan tær móti Søljuni, men tað er einki at ivast í, at talan fer at verða um munin truplari dystir komandi vikurnar.
Ein skái er tað tó kanska, at skipanin í so máta er lagað ógvuliga væl hjá VB. Tí umframt dystin móti Søljuni, so verður avgjørda botnliðið úr Kyndli mótstøðan komandi vikuskifti, og so mugu tær í VB bara vóna, at øll loyvi hjá fremmandu leikarunum eru í lagi eftir hetta. Tá endar VB nevnliga endaspælið við dystum móti ávíkavist VÍF, StÍF, Stjørnuni og Neistanum í nevndu raøfylgju.
Hjá Søljuni tykist málið framvegis standa greitt. Hesa ferð var nær við, men fyrst og fremst er tað í dystunum móti Kyndli, at stigini skulu fáast til høldar. Fyrsta royndin riggaði væl á heimavølli, og so er spurningurin, hvussu tað fer at gangast, tá liðini hittast aftur mikudagin.

Dysturin í tølum
VB-Stjørnan 19-15 (8-9)
Málskjúttar
VB: Rannvá Augustinussen 4, Margreth Augustinussen 3, Eyðdis Kjærbo 3, Gurið Mortensen 3(2), Laila Jespersen 3, Eyðbritt Krosslá 2, Jacoba Poulsen 1
Søljan: Nicoleta Radu 5(1), Heidi-Maria Akselsen 4, Jana Jakobsen 2, Arnleyg Haraldsen 2, Heidi Haraldsen 2
Brotskøst: VB 5, Søljan 3
Útvísingar: VB 2, Søljan 4
Dómarar úr TB: Kári Niclasen & Birgir Dimon.