Meistararnir hóttir við útilokan frá EM

Fótbóltsfjepparar um alt Evropa gleða seg til í summar, tá EM í fótbólti fer av bakkastokki í Fraklandi, men nú røkist fyri, at ein av teimum heilt stóru tjóðunum ikki verður við.


Spanska blaðið El Pais skrivar nevniliga í dag, at tað er møguligt at Spania verður útihýst frá EM í summar.


Orsøkin er fíggjarligt óreglusemi hjá formanninum í spanska fótbóltssambandinum, Angel Maria. Hann er undir illgruna fyri lána pening hjá fótbóltssambandinum til liðini Recreativo Huelva og Tenerife.


Tað metir alheims fótbóltssamgongan, FIFA, at vera brot á viðtøkurnar hjá FIFA, ið staðfesta at fótbóltssambond ikki hava loyvið at veita fíggjarligan stuðul til feløg.


- Hóttanin frá FIFA kann útiloka Spania frá EM, og tey sponsku feløgini frá altjóða kappingum, skrivar El Pais, ið metir, at talan er um størstu kreppuna hjá Villar í síni 28 ár sum forseti fyri spanska fótbóltssambandið.


Líknandi ákærur vórðu reistar móti Villar áðrenn EM í 2008, men tá loysti støðan seg aftaná ein fund við Sepp Blatter, táverandi forseta í FIFA.