Meistararnir helst úti

Chelsea endaði við at tapa stórt í Torino móti Juventus í Champions League og tað merkir, at meistararnir allarhelst eru úti av kappingini eftir bólkaspælið. Og tað er ikki hent fyrr.

 

Shaktar Donetsk vann móti FC Nordsjælland og tí komið upp á 10 stig, meðan Juventus hevur 9 stig og Chelsea 7. Tað merkir, at fær Juventus stig móti Shaktar Donetsk, er Chelsea úti.

 

Manchester United tapti eisini á útivølli móti Galatasaray, men hjá teimum bilti tað ikki so nógv, tí teir vóru komnir víðari longu undan dystinum.

 

Valencia og Bayern München spældu javnt og tað merkir, at bæði liðini eru víðari.

 

Úrslitini í Champions League í kvøld vóru hesi:

 

Bólkur E

FC Nordsjælland-Shaktar Donetsk 2-5

Juventus-Chelsea 3-0

 

Bólkur F

BATE Borisov-Lille 0-2

Valencia-Bayern München 1-1

 

Bólkur G

Spartak Moskva-Barcelona 0-3

Benfica-Celtic 2-1

 

Bólkur H

CFR Cluj-Braga 3-1

Galatasaray-Manch. Utd 1-0