Meistararnir hava sett kósina

Nýggja Neistaliðið fekk ikki fylgt við meistarunum úr Vági, tá hesar at enda settu ferð á

Hondbóltur

Meistararnir úr Vági fingu eina góða byrjan upp á kappingarárið, tá tær sunnudagin vitjaðu í Havn. Her hevur Neistin í ár sett sær sum mál at byggja eitt nýtt kvinnulið upp, og tí var kanska heldur ikki væntandi, at heimaliðið fór at gera tær heilt stóru skreytirnar.
Fyrstu góðu løtuna av dystinum var tað tó ikki so øgiliga nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um tryggan útisigur. Neistin helt alla tíðina fast um mótstøðuna, og tó at Daiva Toumaite royndi at skjóta vágbingar avstað, so gekk hetta ikki heilt eftir vild.
Um miðjan hálvleiki skrædnaði tó. VB fekk ferð á spælið, og tá tær eftir lítlari løtu høvdu skotið seg fýra mál framum, kundu tær nú koyra dystin eftir sínum premissum. Restina av tíðini hildu tær seg alla tíðina nøkur mál framman fyri Neistan, ogtó at tær bláu onkra tíð minkaðu munin niður í eitt mál, so hevði VB alla tíðina yvirskotið til at svara aftur.

Spurningurin er so, hvørt VB-liðið aftur í ár fer at togast um oddasessin. Í øllum førum tykist kappingin úr Klaksvik og Vestmanna at vera sterk, men júst hvussu sterk fæst ein ábending helst um komandi vikuskifti. Tá kemur VÍF á vitjan í Vági, og einki er at ivast í, at tær vilja hava hevnd fyri soltna árið í fjør, men tað verða tær so ikki einsamallar um at gera av.
Hjá Neistanum var dysturin helst eitt tekin um, at enn er nakað eftir á mál, áðrenn liðið av álvara kann stríðast við tey stóru. Fleiri ungar og evnaríkar gentur eru á liðnum, og fyrst og fremst munnu tað vera royndir og styrki, sum hesar skulu hava.
Komandi vikuskifti skulu tær royna seg í grannauppgerð ímóti Kyndli, og tá fæst kanska ein ábending um, hvar tey bæði høvuðsstaðarfeløgini fara at blanda seg í ár.

Dysturin í tølum
Neistin-VB 21-28 (11-14)
Mál
Neistin: Simona Dziugyte 8(3), Lena 5, Marjun Trondarson 3, Jórun Ludvig 2, Lív Sørensen 2, Vivian Unadóttir 1
VB: Daiva Toumaite 10(3), Hukse Vysmianskaite 7(3), Gurið Mortensen 5, Margreth Augustinussen 4, Eydis Kjærbo 1, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Neistin 4, VB 6
Útvísingar: VB 1
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen