Meistararnir í HB eru í Suðuroy. Teir fyrireika seg til avbjóðingina við Stórá í Trongisvági seinnapartin.
At HB er meistaralið, sum ætlar sær at endurvinna FM heitið, og at setningurin hjá TB er at endurvinna plássið í bestu deildini ber boð um, at HB verður roknað at vera stórur favorittur at fara norður aftur við øllum stigunum.
Stigatalvan ber boð um, at gongdin higartil ikki hevur verið soleiðis, sum tað kundi roknast við. TB er á fimta plássi við sjey stigum, og HB er á sætta plássi við fimm stigum.
Í fjør var tað heilt langt millum skaðar og leikbann hjá HB. Soleiðis er tað ikki í ár. Miðvallarstríðsmaðurin Brynjar Hlöðversson hevur sæð gult í øllum landskappingardystunum higartil. Tí er hann leikbannaður ídag. Lasse Andersen og Ari Mohr Olsen eru so mikið skaðadarvaðir, at tað ikki verður roknað við teimum ídag.
Tróndur Jensen og Sebastian Pingel, sum hava verið langtíðarskaddir, spældu báðir við næstbesta liðnum í gjár. Sebastian Pingel sá reytt og er leikbannaður, og Tróndur Jensen spældi í seinna hálvleiki. Hann verður heldur ikki millum teir fyrstu ellivu ídag.
Hjá TB er miðvallarin Veljko Vukovic framvegis knæskaddur. Mikukvøldið noyddist toppskjúttin Stefan Radosavljevic skaddur av vøllinum longu tíggju minuttir undan steðginum, tá ið TB vann 2-1 í steypadystinum ímóti FC Suðuroy.
Stefan hevur ikki vant saman við liðfeløgunum síðani mikukvøldið, men tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla ídag.