FM vinnararnir í EB/Streymi hava í kvøld vunnið 9-1 á útivølli ímóti Giza/Hoyvík í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. Hálvleiksstøðan var 2-0. Tíggju minuttir eftir hvíldina varð 3-0 og fimm minuttir seinni var støðan 6-0!
Fyrr í dag var greitt, at toppskjúttin Arnbjørn Hansen orsaka av knæskaða ikki verður tøkur næsta stóra mánaðin. Orsøkin er, at liðband í knænum er toygnað. Arnbjørn varð borin av vøllinum í síðsta minutti í Klaksvík mikukvøldið. Ta ferðina noyddist miðvallarin Brian Olsen av vøllinum longu tíðliga í 1. hálvleiki. Brian var ikki við ímóti Giza/Hoyvík. Í dag varð staðfest, at Brian er darvaður av júst sama skaða, sum heldur Arnbirni Hansen uttanfyri. Tað vil siga, at Brian Olsen verður ikki á EB/Streyma liðnum næstu fimm vikurnar.
Tá ið EB/Streyma spælararnir vóru lidnir at hita upp og fyrireika seg til avbjóðingina á niðara vølli í Gundadali í kvøld, vísti tað eg, at miðverjin Marni Djurhuus ikki var førur fyri at spæla. Hann var darvaður av vøddaskaða í lærinum. Um Marni verður førur fyri at spæla í landskappingini um eina viku er ikki greitt enn.
Á positivu síðuni hjá meistarunum telur, at málverjin René Tórgarð, sum seinastu ferðirnar hevur verið burturfrá orsaka av skaða, vardi málið í kvøld. Og tað var eisini merkisvert rætta vegin, at tveir av teimum, sum síðsta lítla hálva tíman komu á vøllin í kvøld, skoraðu Jónstein Magnssen og Hanus Olsen.
Sunnudagin um eina viku skal EB/Streymur spæla á heimavølli ímóti TB.
Løgmanssteypið 1. umfar
Giza/Hoyvík-EB/Streymur 1-9 (0-2)
0-1: sjálvmál 10.
0-2: Pætur Dam Jacobsen 30.
0-3: Niels Pauli Danielsen 54.
0-4: Levi Hanssen 56.
0-5: Gunnar Zachariasen 57.
0-6: Pætur Dam Jacobsen 59.
0-7: Arnar Dam 76.
1-7: Allan Enghamar br 82.
1-8: Jónstein Magnussen 83.
1-9: Hanus Olsen 90.