Meistararnir halda fast

B36 heldur fast um góðu gongdina seinastu dystirnar, og við einum sigri á VB/Sumba, eru teir í løtuni besta boðið sum avbjóðari til EB/Streym í oddastríðnum

Tað vóru tvey lið við úrslitaligum undanvindi teir seinastu dystirnar, ið skuldu dystast á Eiðinum á Vági sunnudagin.
Talan varð tó ongantíð um ta heilt stóru fótbóltsupplivingina, tí tað var ein tamur dystur har leikferðin ikki kundi sigast at vera høg, ið áskoðararnir vóru vitni til í gjár.
Men í síðsta enda endaði B36 omaná og kann tað ikki sigast at vera óvæntað og ei heldur óuppiborið.

Javnur fyrri hálvleikur
Fyrri hálvleikur var rættiliga javnt leiktur. Málmøguleikarnir vóru ikki teir stóru fyrstu trý korterini, har VB/Sumba megnaði at standa meistarunum kurl.
Vertirnir dugdu væl at taka ferðina úr dystinum, og var hetta við at taka broddin av B36-álopinum, sum ikki megnaði at fáa bóltin í netið í fyrra umfari.
Teir høvdu tó ein ovurhondsstóran møguleika, men Fróði Benjaminsen megnaði ikki at skjóta bóltin í netið, tá hann slapp at taka sær av brotssparkinum, ið B36 fekk.
Mikkjal Thomassen brendi brotsspark móti EB/Streymi, og tí tók Fróði Benjaminsen av brotssparkinum, B36 fekk í móti NSÍ. Tá skoraði hann trygt, men hesaferð tók stinni Marcin Dawid skotið, og tí verður spennandi at vita hvør næsti brotssparksskjúttin hjá B36 verður.
Hvørt tað verður Mikkjal Thomassen, ið aftur fer at skjóta, tá B36 aftur fær brotsspark vita vit ikki, men hann heldur, at lága leikferðin var til fyrimuns fyri VB/Sumba.
- Tempoið var lágt, nógvir steðgir eru í dystinum, og tað er sjálvandi VB/Sumba, ið hevur interessu í tí, og vit koma ongantíð upp í ta ferðina, vit høvdu sum í móti EB/Streymi og NSÍ, sigur Mikkjal Thomassen, sum skeyt eitt av málunum hjá B36 sunnudagin.
Annar av venjarunum hjá VB/Sumba er Bjarni Johansen, og hann er nøgdur við avrikið hjá hansara monnum í fyrra hálvleiki.
- Fyrri hálvleikur er í lagi hjá okkum, har vit halda allar okkara avtalur, men í seinna hálvleiki eru vit ikki nóg ansnir og vit gera ov nógv mistøk, heldur Bjarni Johansen.

Nøgdir havnamenn
Júst meiri ella minni hálv mistøk vóru orsøkin til tey bæði B36-málini, ið komu tíðliga í seinna hálvleiki.
Fyrra málið kemur eftir, at verjan ikki er nóg avgjørd og missur bóltin út til innkast, og síðani kann Mikkjal Thomassen skora eftir at innkastið er tikið.
Hetta hendi, tá tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, og tríggjar minuttir seinni er aftur galið hjá VB/Sumba. Verjan ruddaði ikki nóg væl burtur, og so kundi Sylla skjóta sítt áttanda landskappingarmál.
Fleiri mál enn hesi bæði, ið fullu innan fyri tríggjar minuttir, komu ikki í dystinum. Onkrir smærri møguleikar vóru til liðini bæði, men verjurnar báðar hildu tætt, og harvið vann B36 við tveimum málum móti ongum, og tað eru gestirnir í Vági nøgdir við.
- Vit eru stak væl nøgdir við at fáa trý stig. Hetta VB-liðið er eitt heilt annað lið enn tað, ið spældi fyrr í ár. Teir eru munandi sterkari nú, so vit eru væl nøgdir við at vinna í dag, greiddi Mikkjal Thomassen frá eftir dystin.

Fyrsta tapið
Hjá nýggja venjaraparinum í VB/Sumba, Bjarni Johansen og Finn Johannesen, er hetta fyrsta tapið teir eru úti fyri, síðani teir tóku við eftir Ole Andersen. Men Bjarni Johansen óttast ikki fyri, at lið hansara nú fer niður við nakkanum.
- Nei, tað meti ikki. B36 var betra liðið, ongin ivi um tað, men har vóru vóru nøkur positiv ting hjá okkum í dystinum, og tað fara vit at taka við okkum til næsta dyst, sigur Bjarni Johansen, venjari hjá VB/Sumba.
Eisini hjá B36 eru fleiri positiv ting at taka við til næsta dyst.
- Jú, tað koyrir væl fyri tíðina hjá okkum. Seinastu dystirnar hava vit verið fullmannaðir, og tað er nakað, ið vit ikki hava prøva stóran part av árinum, sigur Mikkjal Thomassen hjá B36, sum er besta boðið til ein avbjóðara til EB/Streym í oddastríðnum í løtuni.