Meistararnir gjørdu arbeiðið

Uttan at tær nakran tíð spílaðu seg út, tók Stjørnan tvey trygg stig við sær av Skála leygardagin

Kvinnuhondbóltur

Ivaleyst sat tað í høvdinum á Stjørnu-spælarunum, at tær sunnudagin høvdu dyst, sum í øllum førum á pappírinum var truplari enn tann, sum liðið skuldi spæla á Skála.
Av tí sama gjørdist ferðin heldur ongan tíð tann heilt stóra í dystinum. Uttan veruliga at spíla seg út, so var Stjørnan heilt greitt betra liðið, og tó at vertirnir royndu at fylgja við, so var avmarkað, hvat tær megnaðu móti yvirveldinum.
Spakuliga men trygt togaði Stjørnan seg eisini frá StÍF, og var nakað av spenningi, so hvarv hesin fyrstu løtuna eftir steðgin. Stjørnan leyp tá sjey mál framum, og so var púrasta leyst og liðugt hjá oddaliðnum, sum seinastu løtuna kundi flyta tankarnar ein dag og eina uppgerð fram.

Fakta um dystin
StÍF-Stjørnan 13-20 (7-10)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 6, Ninna K. Johansen 3(1), Malan Petersen 1, Rósa Johansen 1, Bára B. Danielsen 1, Fríðrun Danielsen 1
Stjørnan: Simona Petersen 5(1), Louisa Andreasen 5, Joan Midjord Djordjevic 4, Hanna Mikkelsen 2, Edith Hansen 2, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1
Brotskøst: StÍF 4, Stjørnan 3
Útvísingar: StÍF 4, Stjørnan 4
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum.