Flogbóltskappingin er avgjørt. Mjølnirkvinnurnar vunnu greitt 2-0 á TB um vikuskiftið og skúgvaðu samstundis allan iva um meistaraheitið til viks og tað sama gjørdi Fleyr hjá monnum.
Sunnudagin vóru teir í Vágum og vitjaðu SÍ, og tá teir vunnu tann dystin, sum endaði við 2-0 sigri, vóru teir seinastu hypotetisku spurningarnir um meistaraheitið avgreiddir. Fleyr hevur vunnið allar dystirnar higartil í ár, og eru tí langt frammanfyri hini liðini, og tað skal í veruleikanum vilja meiri enn illa til skulu teir ikki vinna allar landskappingardystirnar í hesum kappingarárinum.
Tveir aðrir dystir vóru í meistaradeildini um vikuskiftið. ÍF-kvinnurnar vóru og vitjaðu Drátt, sum tók øll stigini. Tær vunnu dystin 2-0. Í mansdeildini var dystur í stríðnum um annaðplássið. Í Klaksvík hittust Mjølnir og Fram. Tann dystin vann Mjølnir 2-0.