huuyytyyyyttyTað er ógvuliga tætt í toppinum í EFFO deildini, og nú er sjógvur lagdur millum fýra tey fremstu og hini liðini.
Eftir NSÍ javnleikin á heimavølli ímóti TB í gjár, hevði B36 møguleika at leggja seg upp á síðuna av NSÍ, og teir í árstalsfelagnum tóku av.
B36 hevði vitjan av KÍ, og meistararnir í B36 vunnu 2-1. KÍ vísti seg góðan hugburð, men enn einaferð var tað mótstøðuliðið, sum skoraði fyrst. Jákup á Borg umsetti brotsspark til mál stutt undan steðginum. Men Heðin á Lakjuni javnaði beinanvegin við rimmar langskoti, og so var aftur javnt.
KÍ legði sera væl fyri eftir hvíldina, men tað var Lukasz Cieslewicz, sum í dag var fremsti maður hjá B36, ið avgjørdi. Hann tók søkina í egnar hendur og sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin framvið KÍ málverjanum.
Síðstu løtuna trýsti KÍ, og talan var um góðar møguleikar, men B36 megnaði at halda tørn.
Páll A. Klettskarð varð skiftur út, tí hann var skaddur, og sjúkrabilur var eftir honum.
Við Margáir vóru Heini Vatnsdal og Rókur av Fløtum Jespersen á HB liðnum, sum vann sannførandi 3-0 sigur. Rókur av Fløtum Jespersen var so mikið skaddur, at hann noyddist av vøllinum.
Christin R. Mouritsen, sum leingi hevur verið skaddur, skoraði fyrsta málið, og so vóru tað Levi Hanssen og Andrew av Fløtum, ið syrgdu fyri trivaliga 3-0 HB sigrinum.
Í Vági vann Víkingur 3-1 á FC Suðuroy. Philip Djordjevic og Andreas Lava Olsen løgdu Víking framum 2-0, men undan steðginum kom tað spenningur í aftur, tá ið Christian Ibegeaha minkaði um munin. 2. hálvleikur var linligur, og fram ímóti dystarenda staðfesti innskifti Hjartvard Hansen 3-1 Víkinga sigurin.
Í Sarpugerði í Gøtu, har ÍF hevði heimavøll ímóti ímóti AB, var stórur dramatikkur. AB var tvær ferðir frammanfyri við tveimum málum – 2-0 og 3-1 – men ÍF gav seg ikki, og tað endaði 3-3. Harvið bíðar AB framvegis eftir fyrsta sigrinum.
16. umfar
NSÍ-TB 0-0
FC Suðuroy-Víkingur 1-3 (0-2)
0-1: Philip Djordjevic 37.
0-2: Andreas Lava Olsen 40.
1-2: Christian Ibeagha 45.
1-3: Hjartvard Hansen 8.
B36-KÍ 2-1 (1-1)
1-0: Jákup á Borg br 39
1-1: Heðin Klakstein 42.
2-1: Lukasz Cieslewicz 59.
EB/Streymur-HB 0-3 (0-1)
0-1: Christian R. Mouritsen 12.
0-2: Levi Hanssen 60.
0-3: Andrew av Fløtum 66.
ÍF-AB 3-3 (0-2)
0-1: Jógvan Skeel Nolsøe 22.
0-2: Kristin R. Mouritsen 32.
1-2: Nenad Saric 62.
1-3: Hørður Mohr 78.
2-3: Clayton Soares 87.
3-3: Bartal Eliasen 91.
Støðan eftir 16 umfør
NSÍ 33
B36 33
Víkingur 30
HB 30
KÍ 24
ÍF 19
TB 17
FC Suðuroy 13
AB 9
EB/Streymur 6
17. umfar
Hósdagin 25.juni
ÍF-FC Suðuroy
Fríggjadagin 26. juni
AB-B36
KÍ-NSÍ
Víkingur-HB
Leygardagin 27. juni
TB-EB/Streymur