Meistararnir eru kroystir

B36 avrikið var ikki sannførandi í Runavík, og meistararnir kennast vera ikki sørt sperdir undan aðru av trimum vitjanum í Eysturoy.
Ímóti NSÍ sást væl, at tað kom sera illa við, at Jákup á Borg, Heini í Skorini, Meinhard Joensen og Rasmus D. Sørensen vóru skadd­ir. Tað verður vónað, at onkrir av hesum verða tøkir 2. Hvítu­sunnu­dag, tá ið árstalsfelagið skal til Fugla­firðar.
Í Fuglafirði er fótbóltslagið av­bera gott. Einasti spælarin, sum hev­ur skaða at dragast við, er Nenad Saric. Tí er tað stór kapping um plássini. Hon er ikki vorðin minni, eftir at Høgni Madsen og Clayton Soares, sum fleiri tey fyrstu umførini ikki vóru millum teir fyrstu ellivu, tær seinastu ferðirnar so rudduliga hava staðfest, at teir eru millum lyklaspælararnar.
Tað var merkisvert, tá ið fuglfirð­ingar í 3. umfari megnaðu 1-1 í Gunda­dali ímóti B36. Tað er eisini merkis­vert, at ÍF higartil hevur vunn­ið 10 av 15 stigum á útivølli.

ÍF - B36:
Petur Reinert
2. hvítu­sunnudag kl. 15.00