Meistararnir eru í hálvfinaluni

Hóast trilvandi byrjan, so var tað eingin trupulleiki hjá Spania at vinna 33-22 á Makedonia

Tað hevur verið roknað við, at Danmark og Spania fóru at vinna seg úr bólki 1 í miðumfarinum og í hálvfinaluna. Longu mánadagin tryggjaði Danmark sær fremsta plássið í bólkinum og harvið rættin at spæla hálvfinalu fríggjadagin.

Seinnapartin hava sponsku heimsmeistararnir tryggjað sær pláss í avgerandi uppgerðunum fríggjdagin og sunnudagin. Spania vann í dag 33-22 á Makedonia, sum fyrsta korterið hekk væl uppií. Støðan broyttist so frá 7-7 og til spanska 15-12 hálvleiksleiðslu, og eftir steðgin øktu spaniumenn stútt og støðugt um leiðsluna.

Nú er greitt, at talan verður um grannauppgerð í aðru hálvfinaluni fríggjakvøldið, tá ið heimsmeistararnir í Spania bresta saman við Fraklandi, sum støðugt hevur ment seg í kappingini.

Í hini hálvfinaluni hittast Danmark og vinnarin av dystinum millum Kroatia og Pólland, sum spæla seinni í kvøld.

Russland vann í dag 39-33 á Hvítarusslandi.