Tað er vorðið gerandisdagur aftur í donskum fótbólti. Eftir steypafinalu, kapping um meistaraskap og summarfrí eru teir farnir undir nýggja landskapping.
Í fjør vóru bæði FCK vinardystir ímóti KÍ og HB - og Esbjerg vinardyst ímóti KÍ og Intertoto ímóti NSÍ í Føroyum undan kappingarbyrjan. Í ár hevur einki verið at sæð til donsk lið í Føroyum í summarsteðginum. Orsøkirnar eru sjálvandi, at nú er eingin føroyskur spælari í FCK, og hóast teir í Esbjerg høvdu vónað, at teir fóru at fáa føroyska mótstøðu í UEFA Cup undanumfarinum, so eydnaðist tað teimum ikki. Esbjerg hevur útivøll eftir ímóti Florin Tallinn, og tað stendur einki til hjá Esbjerg, sum púra óvæntað tapti heimadystin 2-1.
Týskvøldið varð á Esbjerg stadion sjøtul settur á nýggju landskappingina. OB vitjaði, og heimaliðið legði ógvuliga bragdliga fyri. Undan steðginum høvdu teir nógv spæl og fleiri upplagdar møguleikar, og teir skoraðu tvey mál. Eftir steðgin kom OB fyri seg, og tað endaði 2-2, sum var stórt vónbrot fyri Esbjerg.
Meistararnir úr Brøndby høvdu mikukvøldið vitjan av FCM, og tað var klassamunur. Brøndby vann 3-0. Umframt at hava ætlanir um at verja meistaraheitið, so ætlar Brøndby sær at sleppa upp í part í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini, har teir í øðrum innleiðandi umfarinum skulu spæla ímóti georgiska Dinamo Tbilsi. Teimum skal Brøndby vinna á, áðrenn stóra takið verður í triðja innleiðandi umfarinum.
Í gjár boðaðu teir í Brøndby frá, at teir hava keypt Thomas Rytter, sum seinastu árini hevur spælt í týska Wolfsburg. Brøndby hevur keypt hann fyri at styrkja um í høgra verjuborði. Thomas Rytter hevur verið liðfelagi hjá Toda Jónsson í Lyngby og FCK, og FCK bossurin Flemming Østergaard sigur seg vera vónsviknan.
Í fyrstu týdningarmiklu royndini eftir at Todi Jónsson og so nógvir aðrir eru farnir úr felagnum, gekk tað væl hjá FCK. Teir vóru í Aalborg. AaB verður mett sum møguligt meistaralið. Føroyska íslettið var Súni Olsen, men enn er hann millum áskoðararnar. Spæliloyvið hjá honum er framvegis í Gøtu. Tað verður flutt til Aalborg, tá ið Súni hevur hjálpt GÍ í steypafinaluni ólavsøkudag.
FCK hevði seks nýggjar spælarar ímillum teir fyrstu ellivu. AaB hevði leikliga yvirvág, men kortini megnaði FCK at vinna 1-0. Álvaro Santos skoraði sigursmálið, tá ið tjúgu minuttir vóru eftir. Frammanundan hevði AaB spælt fjúrtan landskappingardystir á rað uttan at hava tapt.
Eingin Johan at síggja
Umframt Súna Olsen er tað møguleiki fyri, at Johan B. Hansen skal vera føroyska íslettið í superliguni. Tá ið uppflytararnir úr Horsens mikukvøldið fyrstu ferð í 30 ár royndu seg í bestu deildini, var einki at síggja til føroyska landsliðsspælaran.
Søgan sigur, at í hvussu so annað liðið, sum undanfarna kappingarár hevur vunnið sær uppflyting í superliguna, flytir niður aftur beinanvegin. Í Danmark verður tað mett rættuliga sannlíkt, at Horsens fer at flyta niður aftur. Fyrsta royndin mikukvøldið kundi bent á, at tað verður ógvuliga trupult at verja nývunna plássið í bestu deildini. Horsens hevði vitjan av Viborg, sum fór norður aftur eftir óføra motor vegnum í Jyllandi við 3-0 sigri í viðførinum.
Í aðrari innanhýsis jyskari hálvoyggja uppgerð vann Silkeborg 2-1 á heimavølli ímóti AGF. Í Århus snýr mesti fótbóltshugurin í hesum døgum seg um, at Barcelona mikudagin kom á venjingarlegu í jyska høvuðsstaðnum. Teir skulu spæla tveir dystir í Danmark. Tann fyrri verður í kvøld, og tann seinni verður mánadagin.
Umframt Horsens so flutti SønderjyskE upp í bestu deildina fyrr í summar. Liðið, sum eigur heimavøll í Haderslev, var í fyrsta umfarinum í Farum og spældi ímóti FCN. Heimaliðið hevði leikliga yvirvág, men úrslitið gjørdist 1-1, og tað vóru uppflytararnir hjartans fegnir um.
Annað umfarið verður á skránni í vikuskiftinum. Í morgin eigur Brøndby heimavøll ímóti Silkeborg, og sunnudagin verður spælt soleiðis: Viborg-FCN, SønderjyskE-AGF, FCM-Esbjerg, Ob-AaB og FCK-AC Horsens.