Á middegi var toppdystur í Klaksvík, har EBS/Skála var gestur. Ein minutt undan leikloki javnaði EBS/Skála. Málskjútti var Birna Mikkelsen.
At EBS/Skála javnaði í evstu løtu kann fara at vera seg at vera heilt avgerandi í FM stríðnum. EBS/Skála er nú tvey stig frammanfyri KÍ og trý stig frammanfyri HB.
EBS/Skála eigur heimadyst eftir ímóti KÍ.
KÍ var leingi á sigurskós. Stórur hálvur tími var farin, tá ið Evy á Lakjuni spældi Rannvá B. Andreasen leysa, og so varð 1-0, men tað eydnaðist altso ikki teimum í Klaksvík at halda tørn.
HB vann 7-0 á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi. Stóri spælarin var Julia Naomi Mortensen, sum skoraði fýra mál. Milja R. Simonsen skoraði eitt, og Heidi Sevdal skoraði tvær ferðir. Tað hevur við sær, at Heidi Sevdal er toppskjútti við tjúgu málum. Milja R. Simonsen hevur skorað seytjan ferðir, Rannvá B. Andreasen sekstan ferðir og Birna Mikkelsen fimtan ferðir.
B36 vann 3-1 á Svangaskarði. Hetta var fyrsti sigurin hjá B36 í ár. Eitt korter var farið, tá ið Laila Pætursdóttir legði heimaliðið framum.
Stutt undan steðginum javnaði Bára Magnussen. Fimm minuttir eftir steðgin legði hon B36 framum, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat staðfesti Marjun Danielsen B36 sigurin.
KÍ – EBS/Skála 1-1 (1-0)
1-0: Rannvá B. Andreasen 32.
1-1: Birna Mikkelsen 89.
B68 – B36 1-3 (1-1)
1-0: Laila Pætursdóttir 15.
1-1: Bára Magnussen 40.
1-2: Bára Magnussen 50.
1-3: Marjun Danielsen 92.
HB – ÍF/Víkingur 7-0 (1-0)
1-0: Julia Naomi Mortensen 38.
2-0: Julia Naomi Mortensen 48.
3-0: Julia Naomi Mortensen 58.
4-0: Heidi Sevdal 63.
5-0: Heidi Sevdal 83.
6-0: Julia Naomi Mortensen 89.
7-0: Milja R. Simonsen 93.
EBS/Skála | 16 | 13 | 1 | 2 | 66 | 12 | 40 |
KÍ | 16 | 12 | 2 | 2 | 48 | 15 | 38 |
HB | 16 | 12 | 1 | 3 | 63 | 16 | 37 |
ÍF/Víkingur | 16 | 6 | 0 | 10 | 24 | 44 | 18 |
B36 | 16 | 1 | 2 | 13 | 10 | 62 | 5 |
B68 | 16 | 0 | 2 | 14 | 12 | 74 | 2 |