Meistararnir byrjaðu væl

Flogbóltur: Hóast meiri enn helmingurin av meistaraliðnum hjá ÍF er burtur, so byrjaði árið kortini upp á stás

ÍF-Fleyr b 2-0


Fyri fyrstu ferð í tíggju ár vann ÍF meistaraheitið í flogbólti í fjør. Liðið var framúrskarandi alt árið, og leikti sera áhugaverdan flogbólt. Tí var við spenningi bíða eftir fyrsta dystinum hjá meistarunum í ár, sum var móti Fleyr b.

Orsøkin til tann stóra spenningin var, at ÍF var ikki við til FK kappingina seinasta vikuskifti, og harafturat hava teir mist fleiri av stuðulsspælarunum frá í fjør.

Av teimum, sum vóru við tá, eru bara Bjarni Joensen, Kenneth Neshamar og Bartal Eliasen eftir, og tað kann sagtans vísa seg vera alt ov lítið.

Kortini endaði fyrsti dysturin við sigri. Unga nýuppflutta Fleyr b, sum leygardagin var væl stuðla av Líggjasi Høgnesen, hevði trupult við at gera nakað við ÍF, sum hevði royndirnar á sínari síðu.

Uppaftur verri gjørdist tað hjá Fleyr b, tá ein av teimum størru monnunum á liðnum koykti sær fótin tá bert nakrir heilt fáir bóltar vóru leiktir.

Bjarni Joensen sigur, at hetta fekk stóra ávirkan á spælið hjá Fleyr b, sum hevði torført við at fóta sær rættiliga aftaná henda smeitin.


Byggja upp

av nýggjum

Sum nevnt er liðið hjá ÍF skert rættiliga nógv í ár. Nógvir stuðulsleikarar eru fluttir, givnir ella ikki komnir í gongd í ár, og tað merkir, at tað er sum at byrja av nýggjum, sigur Bjarni.

? Vit royna tí at spæla nýggjar leikarar inn á liðið, sigur hann, og leggur afturat, at tað nú má vera upp á tíðina, at hann fer at gevast, tí nú nærkast hann teimum fýrati við stórum fetum.

? Men tað er trupult, tá tað mangla royndir leikarar, leggur hann afturat.

Um útlitini til fleiri leikarar á liðnum sigur Bjarni, at tað torir hann einki at siga um enn í løtuni.

? Onkrir av teimum, sum vóru við í fjør hava sagt, at teir skulu rætta okkum eina hond, tá á stendur, men vit vita ikki, um teir ætla sær at byrja aftur í ár. Tí mugu vit byggja upp frá nýggjum.

Tað er kortini heilt vist, at hvørki Suni Hansen ella Pól Gudmundsson byrja aftur, tí teir eru báðir fluttir og tí er ikki møguligt hjá teimum at spæla við ÍF. Hinvegin er eitt sindur meira óvist hvussu tað er við fleiri øðrum leikarum, sum vóru við á fyrsta liði í fjør.

Odd Eliasen er ein teirra, men hann hevur í hvussu er fyribils valt ikki at vera við. Um hann byrjar aftur seinni í ár, veit Bjarni ikki at siga.

Tað kann í øllum førum staðfestast, at tað verður meiri enn torført hjá meistarunum at verja meistaraheitið í ár, tí meiri enn helmingurin av liðnum, sum vann meistaraheitið er burtur.