StÍF og Kyndil hittust í dysti á Skála í gjárkvøldið. Undan dystinum var greitt, at StÍF við einum sigri kundi leggja seg undir liðuna á Neistanum í oddinum, meðan Kyndil eisini mátti royna at vinna fyri at sleppa úr botninum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$StÍF leyp avstað
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Frá byrjan av var eisini týðiligt, hvat av liðunum hevur havt tað betra kappingarárið inn til nú. StÍF legði bragdliga fyri, og eftir 10 minuttir førdu strandingar við fýra málum, og tað var týðiligt, at strandingar ætlaðu sær bæði stigini henda dagin. Eftir 20 minuttir høvdu teir nevniliga økt enn meir um leiðsluna, soleiðis at teir nú førdu heili 13-6. Fleiri av áskoðarunum mundu nú vænta, at Kyndil fór at fara niður við høvdinum, meðan StÍF bara fór at koyra á, men so var ikki.
Sjálvt um Kyndil hevði fingið eina sera ringa byrjan, so vístu teir, at teir veruliga vildu nakað henda dagin. Móti endanum av hálvleikinum fingu teir bart seg innaftur í dystin, soleiðis at hálvleiksstøðan var 16-12 til StÍF.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Meistararnir vístu stórspæl
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Kyndil helt eisini fast um góðu gongdina í byrjanini av seinna hálvleiki, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki spældu teir sum einglar. Ferð aftaná ferð lótu teir verjuna hjá StÍF upp við góðum spæli, og eftir 10 minuttir høvdu teir vunnið seg uppá javnleik 19-19. Hevði tað ikki erið fyri ein stórspælandi Marian í StÍF-málinum, so hevði Kyndil kunna ført við fleiri málum.
Nú sá ikki gott út hjá strandingum, og næsta korterið hingu teir aftaná Kyndli. Teir megnaðu tó at hanga í allan vegin, og tá einans 6 minuttir vóru eftir, stóð enn á jøvnum millum liðini. Tá var støðan 24-24. Men so leyp StÍF avstað. Næstu tríggjar minuttirnar fingu teir trý mál, meðan Kyndil einki fekk, og nú sá dysturin út til at vera avgjørdur. Við bert 2 minuttum eftir at spæla førdu strandingar við trimum málum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dramatikkur móti endanum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Men síðstu tveir minuttirnir blivu sera dramatiskir. Í einum av seinastu álopunum megnaði Kyndil at minka um munin til 27-25. StÍF fór aftur í álop við minni enn einum minutti eftir. Teir vóru ikki meir enn komnir fram, so mistu teir bóltin, og Kyndil fór í mótálop. Her var Hjalti tryggur ímóti Marian, og so var bert tað eina málið á muni millum liðini.
Í hesi løtu tók StÍF Time Out við færri enn 40 sekundum eftir at spæla. Tá teir fóru aftur í álop blivu teir dømdir fyri nøl, og so var bara at leypa á hjá Kyndli, men teir megnaðu at missa bóltin beinanvegin, og Finnur Hansson slapp fríur við Kndlamálverjanum. Hann skeyt tó upp um málið, og so fekk Kyndil ein allar seinasta møguleika. Teir tóku Time Out fyri at tosa um tingini, og tá leikararnir komu á vøllin, var málverjin tikin út, og ein eyka strikuspælari varð settur á vøllin.
Kyndil megnaði í síðsta álopið at spæla seg til opnan møguleika, tá Rókur Akralíð kom flúgvandi gjøgnum málmansfeltið, men Marian megnaði enn einaferð at stórbjarga, og sostatt fingu strandingar bæði stigini, meðan Kyndil mátti aftur til Havnar við ongum.
Men sigurin hevði neyvan endað á Skála, um tað ikki var fyri ein stórspælandi Marian í StÍF-málinum. Hann tók mangan broddin av kyndlamonnunum, og ferð aftaná ferð megnaði hann at stórbjarga, tá leikararnir hjá Kyndli vóru púra leysir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar StÍF:
Mortan Hansen 8, Finnur Hansson 7, Leivur Justinussen 4, Jørmund Joensen 3, Artur Johansen 2, Borgar Danielsen 2, Terji Poulsen 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar StÍF: 4
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar Kyndil:
Hjalti M. Jacobsen 6, Rókur Akralíð 5, Ragnar Stakksund 5, Hans Áki Dal Christiansen 4, Janus Einar Sørensen 3, Hanus H. Johansen 2, Regin Fossaberg 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar Kyndil: 3