Meistarar úr Vestmanna

Um vikuskiftið varð endaumfarið í kappingini hjá gentum 12b leikt á Giljanesi. Neistin b, TB, VÍF b og Søljan høvdu leikt seg fram til umfarið, tá hesi endaðu á teimum báðum fremstu plássunum í sínum bólkum.
Og eftir at hesi fýra liðini soleiðis dystaðust innanhýsis, stóð greitt, at vestmenningar áttu besta liðið í kappingini. Søljan gjørdist nummar tvey, meðan Neistin og TB endaðu á ávíkavist triðja og fjórða plássinum.