Meistarar úr Runavík

Eisini hjá teimum 14-17 ára gomlu gentunum er føroyameistarakappingin nú liðug. Her gjørdist úrslitið, at NSÍ vann kappingina.
Og einki er at ivast í, at tey í Runavík rokna nógv av liðnum komandi árini. Ikki minst tí tað eisini er so, at allar hava aldur til at taka lut í kappingini komandi árið, og hóast unga aldurin, so eru tvær teirra eisini at síggja á U-19 landsliðnum, sum í hesum døgum tekur lut í kapping í Pólandi.