Fótbóltur
Tað var mest sum lagt upp til stórdyst í Mølini á Eiði, tá meistararnir vitjaðu oddaliðið. EB/Streymur hevur snøgt sagt verið flúgvandi higartil í ár, men hóast góðu gongdina, so mundu áskoðararnir ikki kenna seg vísar í nøkrum sum helst. B36 var í fjør eitt av bara tveimum liðum, sum tók alt við sær av Eiði, og eftir viku gamla sigurin í Klaksvík tóktust meistararnir eisini veruliga at vera á beinari kós.
Einvegis ferðsla
Var talan um beina kós, so varð henda tó so dyggiliga avrættað fyrstu trý kortini á Eiði. Byrjanin var kanska varislig frá báðum pørtum, men tað var tó skjótt, at vertirnir komu á rætta lagið.
Við útgangsstøði í eini verju, sum lá hampuliga djúpt á vøllinum, byrgdu teir í fyrstu atløgu fyri, at gestirnir skuldu gerast serliga vandamiklir. Tað bar eisini við sær, at toluliga langt gjørdist millum keturnar hjá báðum pørtum, og tað plássið, sum tá íkom, dugdu teir á heimaliðnum sera væl at nýta.
Fleiri ferðir megnaði EB/Streymur sera væl at spæla seg niðan eftir miðvøllinum til góðar møguleikar, og ikki minst gjørdist talan um vandastøður, tá spælt varð upp eftir kantunum, tó at Jákup Mikkelsen megnaði at hava tamarhald á flestu innleggunum.
Heima-kassarnir
Tað tóktist tó bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á. Vertirnir hildu á við ágangandi spælinum, og hjá B36 høvdu teir ilt við at byrgja fyri hesum. Ikki minst tí Bárður Olsen og Ronnie Samuelsen høvdu sera gott tak á sentrala miðvølliknum. Og valdi B36 at spæla langt, fekk EB/Streyma verjan í allar flestu førum ruddað bóltin langt av vandaleið.
Um hálva tíman eydnaðist eisini at fáa mál. Bólturin varð fangaður í vinstru, og eftir skjótt 1-2 samanspæl við Hans Paula Samuelsen gjørdist Sorin Anghel púrasta leysur. Vandamikli rumenin helt leiðina inn í brotsteigin, og so var fagnaðurin stórur, tá hann sendi bóltin framvið Jákupi Mikkelsen.
Málið tóktist bara seta enn meira ferð á heimamenninar. B36 fekk at kalla ikki eitt beint til jørðina næsta korterið, og tað var so ruddiliga uppiborið, tá leiðslan varð útbygd stutt undan steðginum. Hesa ferð var Rafal Kwiecynzki upphavsmaðurin til málið, tá hann sera hegnisliga varð sendir avstað í høgru. Einsamallur móti málverjanum valdi hann tó tryggu loysnina, tá bólturin varð rullaður tvørtur um til Arnbjørn, og so stóð 2-0.
Kickn rush
At B36-venjarin mundi tosa við stórum bókstavum í hálvleikinum, er eingin ivi um. Í øllum førum var liðið sum hamskift, tá teir komu út til seinna hálvleik.
Vakurt gjørdist tað ongantíð, men við longum bóltum og støðugum trýsti eydnaðist tó at tiltvinga sær eina munandi yvirvág. Í nógvum førum gjørdist talan eisini um meira ella minni tilvildarligar møguleikar, og summir av hesum vóru eisini heilt stórir. Einar tríggjar ferðir sást bólturin soleiðis dansa inni í málteiginum, og einar tvær ferðir høvdu gestirnir hampuliga góða orsøk til at kenna seg eiga brotsspark.
Tað eydnaðist tó bert at fáa tað eina málið, tá Símun Hansen varð seinastur á einum longum bólti frá Jákupi Mikkelsen. Sandoyingurin smekkaði til, og tá bólturin bar við eitt verjubein á vegnum, var Rene Tórgarð fullkomuliga seldur, meðan bólturin í einum bleytum boga sveimaði í málhornið.
Heilt tilvitað var tað, at EB/Streymur royndi seg við kontra-spælið, men tað var neyvan heilt so tilvitað, at liðið fall somikið langt aftur á vøllin. Hetta gjørdi tað nærum vónleyst at spæla seg niðaneftir, og av tí sama gjørdist talan í longum løtum um øgiligt trýst.
Hinvegin, so hevði heimaliðið eisini einstakar kontra-møguleikar, sum verða bólkaðir sum risa-stórir. Ta einu ferðina kom Rafal ímillum sjuskuta afturlegging, men tá hann legði út til Hans Paula, fekk bóltsnillingurin ikki skot á. Og í seinastu minuttunum var eisini um reppið, at Hans Pauli sendi í netið úr 45 metrum, eftir at Jákup Mikkelsen var farin framvið til hornaspark. Við ovasta pettinum av skallanum eydnaðist tó Herbert í Lon at verja fyri, og tí slapp B36 við skelkinum í teirri støðuni.
Kann síggja heilt gott út
Skelkur ella ikki, so mundu gestirnir tó ikki kenna tað nøktandi, at teir máttu til Havnar við ongum. Við tapinum duttu teir niður á fimta-plássið á talvuni, og við fimm stigum upp til oddin, kann skjótt koma at standa heilt nógv á.
So var lagið betri á vertunum. Hóast tað langt ífrá alla tíðina sá eins vakurt út, so hevði liðið enn einaferð vunnið sær trý stig. Kann vera, at fótbóltsfólk kring landið enn hava ta fatan, at tað í longdini verður ov strævið hjá samansetta liðnum at halda fast um oddasessin. Men higartil eru so farin ellivu umfør, og enn tykist eingin standa teimum kurl. Bert eina ferð er liðið farið av vøllinum við ongum, og megna teir at hevna hetta, tá teir komandi umfarið fara til Runavíkar, fer tað at síggja heilt gott út hjá teimum bláu og svørtu.
Fakta um dystin
EB/Streymur-B36 2-1 (2-0)
1-0: Sorin Anghel, 28.
2-0: Arnbjørn Hansen, 40.
2-1: Símun Hansen, 60.