Meistaraheitið er avgjørt

Premier League: 36. umfar var um vikuskiftið og nú er meistaraheitið so gott sum avgjørt

Um ársskiftið hevði Arsenal kós móti meistaraheitinum, men við einum øgiligum endaspurti hevur Manchester City nú yvirhálað Arsenal og stevnir móti enn einum enskum meistaraheiti.

 

Manchester City vann sunnudagin 3-0 á utivølli móti Everton. Tað er 11. sigurin upp í slag í Premier League. Arsenal misti stevið eitt skiftið, men við sigrum á Newcastle og Chelsea tóktist líva vera í meistarastríðnum, men reyk sunnudagin.

 

Arsenal tapti 3-0 móti Brighton á heimavølli og nú eru fýra stig upp til Manchester City, sum eisini hevur spælt ein dyst færri. Manchester City hevur tríggjar dystir eftir og tað er lítið sannlíkt, at teir seta stórvegis av stigum til.

 

Liverpool hevur fram at leggja trýst á Newcastle og Manchester United í stríðnum um at koma í Champions League. Newcastle setti stig til móti Leeds United, meðan Manchester United greiddi sín setning.

 

Tað gjørdi Liverpool eisini í gjár við einum 3-0 sigri á Leicester. Liverpool skal, umframt at vinna sínar báðar dystir, hava hjalp í minst tveimum av trimum dystum hjá kappingarneytunum, um tað skal verða Champions League fótbóltur aftur komandi kappingarár.

 

Í botninum er Southampton flutt niður og Leicester hevur nú vánalig kort á hondini. Leeds United er eisini undir stórum trýsti saman við Everton, meðan Nottingham Forest nokk má hava okkurt stig, um teir ikki skulu niður aftur.

 

1Manchester City35274492:3185
2Arsenal36256583:4281
3Newcastle351812563:3166
4Manchester Utd35206951:4166
5Liverpool36198970:4265
6Brighton341771066:4558
7Tottenham361761365:5957
8Aston Villa361761348:4457
9Brentford361314954:4553
10Fulham361561552:4951
11Chelsea3511101436:4143
12Crystal Palace3611101537:4643
13Wolves361171830:5240
14Bournemouth361161937:6939
15West Ham361071938:5237
16Nottingham F.368101836:6734
17Everton367111832:5632
18Leeds367101946:7131
19Leicester36862249:6730
20Southampton36662431:6624

 

Úrslit

 

15.05Leicester0:3Liverpool
14.05Arsenal0:3Brighton
14.05Brentford2:0West Ham
14.05Everton0:3Manchester City
13.05Manchester Utd2:0Wolves
13.05Southampton0:2Fulham
13.05Aston Villa2:1Tottenham
13.05Chelsea2:2Nottingham F.
13.05Crystal Palace2:0Bournemouth
13.05Leeds2:2Newcastle