Toftamenn stríðast fyri lívinum í bestu deildini, og tað var eisini tað, sum setti sín dám á dystin á Svangasgarði sunnudagin. Eftir eina nøkulunda javna byrjan, settu toftamenn seg so líðandi á dystin, og at enda sótu teir á øllum.
Hinvegin høvdu teir trupult við at spæla seg framvið Egil á Bø og Knút Vesturtún, og tá Sorin Anghel, Rafal Kwiecinski og Hans Pauli Samuelsen ikki høvdu neyðuga hugflogið til at spæla seg fram til teir opnu møguleikarnar, og Arnbjørn Hansen ikki var nóg neyvur, tá kjansirnir uppstóðu, so var tað bara rímiligt, at toppur og botnur í Formuladeildini býttu stigini sína millum.
Eitt brotsspark í part
Ikki óvæntað var tað EB/Streymur, ið var naskari fyrstu løtuna. Tá smáir tíggju minuttir vóru spældir var Arnbjørn Hansen nær við, tá hann fluktaði eitt innlegg frá John Hera Dam ímóti málinum, men Tórur Thomssen var vakin og bjargaði væl góða skotinum.
Løtu seinni var Arnbjørn Hansen aftur upp á spæl. Hans Pauli Samuelsen, sum annars ikki hevði ein av sínum bestu døgum, fintaði Jóhan Petur Poulsen av úti í vinstru síðu og setti ferð á. Tá hann nærkaðist baklinjuni legði hann bóltin inn í brotsteigin til Arnbjørn Hansen. Hesin temur bóltin, men verður síðani koyrdur um koll av Øssur Hansen.
Dagfinn Olsen ivaðist ikki, men peikaði á brotssparksblettin, og Egil á Bø skoraði trygt úr ellivu metrum.
Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var so um reppið, at EB/Streymur økti upp aftur um leiðsluna, tá Arnbjørn Hansen endaði eitt frágera gott álop við at stúta innleggið frá Rafal Kwiecinski á tvørtræið. Eitt framúr gott álop, við nógvum statiónum og góðum detaljum og sum hevði uppiborið betri lagnu.
Hetta gav mongu EB/Streyma-viðhaldsfólkunum vón um, at felagslið teirra fór at koyra sigurin í hús við flottum og ágangandi álopsspæli, soleiðis sum vit so ofta hava sæð EB/Streym gjørt í ár.
Men so var ikki. Restina av fyrra hálvleiki hevði EB/Streymur millum lítið og onki at bjóða upp á frameftir, meðan B68 nú setti seg meiri og meiri á dystin. Teir gjørdust tó ongantíð vandamiklir, og frægastu royndina átti Alex Castilho, tá hann royndi seg úr spískum, men René Tórgarð tók skotið.
Seinni hálvleikur byrjaði við, at Anderson ávaraði EB/Streym við einum skoti sum fór beint upp um. Hesa ávaring tóku teir ríputu ikki til eftirtektar, tí lítla løtu seinni fekk B68 hornaspark.
Bólturin varð lagdur inn fyri, og Súni Fríði Barbá vinnur bóltin, men fer um koll, tá Knút Vesturtún nokkso klossut roynir at vinna bóltin. EB/Streymarnir mótmæltu og ristu við høvdinum, men dómurin stóð við, og Anderson smekkaði bóltin trygt í netið.
B68 omaná
Hetta málið gav toftamonnum blóð á tonna. Teir fóru nú at trýsta og kempa sum teir sjáldan hava gjørt í ár. Við Julian Johnsson á odda stríddu teir seg til ein javnleik móti oddaliðnum, og tað er eitt frálíkt úrslit við tí í huganum, at B68 fyrr í ár tapti 8-2 fyri EB/Streymi.
B68 var oman á í seinna hálvleiki, ongin ivi um tað. Men tað var so sum so, hvat teir megnaðu at skapa av málmøguleikum. Alex Castilho var hann, sum nærmast við at skora, men Egil á Bø vardi fyri við høvdinum og so spurdist ikki meiri burtur úr.
Undir stórum trýsti, megnaði EB/Streymur tó at koma fram til størsta møguleikan í seinna hálvleiki.
Marni Djurhuus lossaði bóltin burtur úr verjuni, og tað sá Arnbjørn Hansen ein møguleika í og streyk avstað. Hann slapp fram um verjuleikaran og kom inn í brotsteigin, men ivaðist ov longi og so var Øssur Hansen har og taklaði bóltin burtur.
Harvið ber til at staðfesta, at B68 hevði leikliga yvirvág, men at EB/Streymur áttu teir stóru møguleikarnar. Tí var tað eisini á eini leið, at liðini býttu stigini sína millum í einum dysti, har EB/Streymur ikki slapp at spæla sítt skjóta, smarta og ágangandi spæl, tí toftamenn stríddust fyri hvørjum einasta bólti og fingu at enda løn fyri stríðið.