Fáur hevði trúð, at tríggjar finalur skuldu spælast hjá kvinnunum, tí Neistin hevði alt kappingarárið verið fullkomuliga einaráðandi. 20 sigrar í 20 dystum við einum yvirskoti í málum upp á 177 sigur sítt, so tí var tað neyvan nakar, ið væntaði, at tær bláu skuldu skelva á hondunum, nú finalurnar vóru á skránni.
– Vit hava hoyrt, at vit ikki eru betri í vetur enn áðrenn, men at hini hava tikið seg fram. Eg havi eisini spekulerað eitt sindur uppá, um tað kundi bera til at koma ígjøgnum uttan at tapa, men tað mátti henda fyrr ella seinni, og tað hendi so leygarkvøldið, segði fegni venjarin hjá Neistanum, Kári Horn.
Hann sipaði sjálvandi til, at eftir ein lættan Neistasigur hóskvøldið, kom Kyndil sum eitt óløgi leygarkvøldið og vann á Neistanum, ið slett ikki megnaði at svara aftur. Men tá so liðini hittust í triðju og altavgerandi finaluni í gjár, var alt aftur, sum tað plagdi, og Neistin vann til síðst trygt.
– Ja, vit máttu so bara vísa okkara dygdir við at toga ein sigur upp í hesi seinastu og avgerandi finaluni, og tað gjørdu vit. Eg kann bara vera nøgdur við alt tað, vit hava fingið burturúr, og eg má bara staðfesta, at tað er bara so feitt at vinna steyp og at vinna gull, segði meistaravenjarin.
Stuttligt hvørja ferð
Liðskiparin hjá Neistanum, Marjun Danberg, sum tók ímóti føroyameistarasteypinum og slapp at vera tann fyrsta at lyfta tað upp um høvd, ásannaði, at hetta var líka stórt sum hini bæði árini, Neistin nú hevði vunnið meistaraheitið: – Hetta er líka stuttligt hvørja ferð, tí man fær aldrin ov mikið av av vinna. Trupulleikin hjá okkum var, at leygardagin høvdu vit vunnið, áðrenn vit komu inn á vøllin, men í dag var tað okkara geistur og áskoðararnir, ið bóru okkum fram. Vit vita, at Kyndil er eitt gott lið, og leygardagin gjørdu vit allar feilir, vit kundu gera, men tað lærdu vit av, og so koyrdi tað hjá okkum í dag, segði hon.
Fremsta orsøkin til, at Neistin fekk hildið Kyndli frá at fáa málini, var garvaði málverjin, Kristina Griksaite, ið vardi málið allan henda seinasta finaludystin: – Tað er altíð gott at vinna, og vit høvdu sett í okkum, at tað skuldi eydnast hjá okkum í dag. Maria gjørdi tað væl í hinum dystunum, men tað var gott at sleppa at spæla í dag. Akkurát nú eri eg ikki móð, men í morgin ella ovurmorgin kemur møðin nokk, segði málverin, ið sigur seg »bara hava hjálpt til« í sambandi við dystirnar, tí hon ikki hevur møguleika at venja nakað serligt, men sum veruliga vísti, at dygdirnar eru í topp.
Funnu móttrekkið
Nicoleta Radu Hansen, sum enn einaferð gekk undan í verjuni, var eitt stórt smíl eftir dystin: – Tað er hvørja ferð stuttligt at vinna, og vit hava bíðað leingi eftir at vinna greipuna, men nú eydnaðist tað so. Leygarkvøldið vóru vit í øðrum heimi, men nú vóru vit klárar frá fyrsta sekundi, og tað gjørdi allan munin, segði hon.
Taktiska uppleggið hjá Kyndli var allar tríggjar dystirnar millum annað at mansverja Barbaru Brauer og Báru Hansen, fyri at trekkja tennirnar úr Neistanum, og tað eydnaðist væl summar løtur og minni væl aðrar, men mundi tó vera tað, ið gav Kyndli ein møguleika at spæla við og at vinna ein av dystunum.
– Vit høvdu einki móttrekk leygarkvøldið til mansverjuna hjá teimum, men nú funnu vit út av tí, og so vunnu vit eisini, segði Jacklin Durhuus, ið veruliga gekk undan og frá vonginum eisini fekk skotið fleiri avgerandi mál. Nú, hon hevur vunnið greipuna, heldur hon tað vera hóskandi at gevast: – Tey siga, at man skal steðga á toppinum, so tað kanska eg geri, segði hon.
– Hetta følist ordiliga væl, segði stóri spælarin hjá Neistanum ígjøgnum allan veturin og eisini trý tey síðstu kappingarárini, Barbara Brauer, men sum tó mátti finna seg í at standa mansvard, hvørja ferð Neistin var í álopi. – Nú eg havi spælt her í trý ár, hava hini liðini lært meg at kenna, so tí kundu vit rokna við hesum, men hinar á liðnum gjørdu sítt til at fáa spælt meg upp, tá tað bar til, segði Brauer, sum næsta kappingarár fer at royna eydnuna í týsku bundesliguni.
Hjartaliga tillukku, Neistin!