Meistaraheitið hjá KÍ-kvinnum í vanda

Týdningarmikið oddabrak verður spælt í kvinnudeildini í kvøld

Seinastu 16 árini, í alla 20. øld, hevur tað verið kvinnuliðið hjá KÍ, ið hevur staðið eftir sum føroyameistari, tá ið besta deildin í føroyskum kvinnufótbólti hevur endað. Tað er ikki óhugsandi, at KÍ eisini vinnur sítt 17. meistaraheitið á rað í ár, men í ár er væl møguligt, at eitt annað lið strýkur avstað við føroyameistaraheitinum.

 

Oddaliðið í føroysku kvinnudeildini í løtuni er nevniliga EB/Streymur/Skála, sum hevur 35 stig. KÍ er á øðrum plássi við 32 stigum. Tó skal havast í huga, at EB/Streymur/Skála hevur spælt ein dyst fleiri enn KÍ, og harafturat er KÍ 16 mál frammanfyri EB/Streym/Skála á málúrtøkuni.

 

Júst hesi bæði liðini hittast til oddabrak, sum verður spælt á Skála í kvøld. Talan er um 14. umfar í kvinnudeildini. Vinnur EB/Streymur/Skála dystin, so eru fyribils heili seks stig niður til KÍ, meðan KÍ yvirtekur 1. plássið við einum dysti í hondini, um klaksvíkingar vinna oddadystin í kvøld.

 

Orsøkin til, at KÍ saman við ÍF/Víkingur hevur spælt ein dyst færri enn EB/Streymur/Skála og øll hini liðini í deildini er, at dysturin hjá KÍ ímóti ÍF/Víkingi farna sunnudag bleiv útsettur vegna syrgiligu deyðsvanlukkuna í Leirvík leygardagin.

 

Dysturin byrjar klokkan 18.30. Dómari í dystinum verður Arni Rasmussen.