Meistaraglaðir spælarar hjá FC Barcelona máttu flýggja

La Liga: Tað gekk ikki róliga fyri seg, tá FC Barcelona í gjár vann spanska meistaraheitið

FC Barcelona vann í gjár spanska meistaraheitið við einum 4-2 sigri á útivølli móti grannunum úr Espanyol. Eftir dystarenda fegnaðust spælararnir á vøllinum, men tað endaði við at áskoðarar hjá Espanyol komu á vøllin eftir teimum.

 

Tað er lítil kærleiki millum FC Barcelona og Espanyol í løtuni. Fyrr í hesum kappingarárinum vildi FC Barcelona ikki loyva áskoðarum hjá Espanyol inn á Camp Nou til grannadystin. Í gjár svaraði Espanyol aftur og setti somu treytir, sjálvt um FC Barcelona kundi endaliga vinna sær meistaraheitið.

 

FC Barcelona var nógv betri á vøllinum og var eitt skifti á odda 4-0 við millum annað tveimum málum frá Robert Lewandowski. Tað endaði við einum 4-2 sigri og gullheiðursmerkininum.

 

Hópurin hjá FC Barcelona fór út á miðjuna og fegnaðist eftir seinasta bríksl, men tað endaði í roki. Áskoðarar hjá Espanyol runnu inn á vøllin og hóttu spælararnar hjá FC Barcelona. Meistararnir máttu renna av vøllinum og inn í skiftirúmið.

 

##med2##

 

14.05Espanyol2:4Barcelona
14.05Real Valladolid0:3Sevilla
14.05Elche1:0Atlético Madrid
14.05Celta de Vigo1:2Valencia
13.05Real Madrid1:0Getafe
13.05Villarreal5:1Athletic Bilbao
13.05Osasuna3:1Almería
13.05Real Sociedad2:2Girona
12.05Mallorca1:0Cádiz
1Barcelona34274364:1385
2Real Madrid34225770:3271
3Atlético Madrid34216760:2769
4Real Sociedad34188845:3162
5Villarreal341761152:3557
6Real Betis331571140:3752
7Girona341391254:4848
8Athletic Bilbao341381344:3847
9Osasuna341381332:3647
10Sevilla341381344:4947
11Rayo Vallecano3312101140:4246
12Mallorca341281433:3744
13Celta de Vigo341091539:4839
14Valencia341071738:4137
15Almería341061843:6136
16Cádiz348111526:5035
17Real Valladolid341051930:6035
18Getafe348101630:4334
19Espanyol347101742:6031
20Elche34472326:6419