Meirluti fyri almennari loysn

Øll andstøðan er fyri onkrum slagi av almennari loysn upp á Eysturoyartunnilin. Tað sama eru Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm, og Brandur Sandoy sigur seg eisini hella almenna vegin. Sostatt er meirluti fyri, at tað almenna ger Eysturoyartunnilin

Rólant Waag Dam

Soleiðis sum støðan er í dag, so hevur Kári P. Højgaard ikki meiriluta fyri sínari privatu loysn upp á Eysturoyartunnilin. Í morgin skal løgtingið viðgera trý ymisk uppskot, har tað almenna skal gera Eysturoyartunnilin – og seinni skal samgongan taka støðu til uppskotið hjá Bjarna Djurholm og Bárði Nielsen, ið er umrøtt aðrastaðni í hesum blaði.
Longu nú er tó greitt, at øll andstøðan er fyri onkrum slagi av almennari loysn upp á Eysturoyartunnilin. Tað eru teir báðir samgongulimirnir Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm eisini. Teirra uppskot er somuleiðis nærri lýst aðrastaðni í blaðnum, og longu nú hava teir fingið undirtøku frá minst einum samgongulimi aftrat, tí Brandur Sandoy, fólkaflokstinglimurin úr Sandoynni, sigur seg dáma væl teirra uppskot.
- Ja, mín hugsan er tann, at ein almenn loysn er meiri samfelagsgagnlig. Og mær dámar væl uppskotið hjá Bjarna Djurholm og Bárði Nielsen, tí tað eisini fevnir um Sandoyartunnilin, sigur Brandur Sandoy.

Avskrivar ikki privata loysn
Brandur Sandoy sigur seg ikki hava nakað í móti eini privatari loysn sum so.
- Tað kann eisini vera, at eg fari at taka undir við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, tá eg fái nærri innlit í, hvat tað inniber. Men sum støðan er í løtuni, so helli eg til eina almenna loysn, sigur Brandur Sandoy.
Sostatt er støðan í dag, at 16 løgtingslimir eru við í einum slagi av almennum uppskoti upp á eina loysn við Eysturoyartunlinum – og í øllum førum ein løgtingslimur sigur seg hella almenna vegin eisini. Harvið hevur Kári P. Højgaard, sum støðan er júst nú, ikki meiriluta fyri síni privatu loysn.

rolant@sosialurin.fo