Fiskidagar
Seinnapartin fríggjadagin var vinnunevndin hjá løgtinginum liðug at viðgera málið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnuálum um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Hetta er málið, sum snýr seg um fiskidagar og aðrar broytingar í fiskiveiðiskipanini fyri komandi fiskiár.
Tríbýtt nevnd
Undir viðgerðini býtti vinnunevndin seg í ein meiriluta og tveir minnilutar. Soleiðis fekst ikki semja í nevndini um eitt felags álit og tilmæli til løgtingið um fiskidagar.
Tórbjørn Jacobsen hevur skotið upp at skerja fiskidagarnar hjá partrolarum við 20% og hjá húkaflotanum við 50% komandi fiskiár.
Men so stórum skerjingum tók eingin í vinnunevndini undir við.
Meirilutin í nevndini, sum í hesum førinum eru andstøðutinglimirnir Jákup Mikkelsen, Jacob Vestergaard, Kári P. Højgaard saman við Gerhardi Lognberg, tekur ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum um so stórar skerjingar í fiskidøgum, men mælir í staðin til, at dagarnir verða skerdir við 3% í øllum bólkum.
Teir fýra taka heldur ikki undir við einvíst at skerja bólk 5, sum eru útróðrarbátar, við 5.000 fiskidøgum eyka. Meirilutin vísir á, at hesir dagarnir eru ein semja, sum er gjørd við allar skipabólkar, og teir halda, at tað skaðar trúvirðið hjá politiska myndugleikanum, um dagarnir einvíst verða skornir burtur.
Landsstýrismaðurin hevur nevniliga skotið upp at taka hesar dagar burtur úr dagatalinum hjá bólki 5, umframt at dagarnir, ið tá eru eftir, skuldu minkast við 50%.
Føroyabanki
Meirilutin tekur undir við at verja Føroyabanka, men tekur ikki undir við totalfriðing, tí hildið verður, at hetta hevði gjørt tað truplari at staðfesta gongdina á Bankanum, eisini vísindaliga. Tí mælir meirlutin til, at ávís veiða við snellu verður loyvd á Føroyabanka – eisini í komandi fiskiári.
- Vit halda tað eisini vera týdningarmikið at gera tillagingar í dagatalinum stígvíst í samsvari við ta tøkniligu menning, sum er í vinnuni.
Meirilutin sigur, at tá ið talan er um verju av einstøkum fiskasløgum, er dagatalið ikki rætta amboðið. Tá eiga í staðin økisfriðingar at verða nýttar.
- Landsstýrið eigur at seta í verk vísindaliga kanning av árininum av stóru økisfriðingunum við Føroyar. Heili 41% av landgrunninum eru friðað fyri trol, tó uttan at vit vita, hvussu nógv henda verja tryggjar fiskastovnarnar, sigur meirilutin í vinnunevndini.